Borðspælslegan SvínaCon

Tabletop Føroyar kemur at skipa fyri einari spennandi borðspælslegu í Svínoy, tann 19. til 21. august 2022.

Endamál

Vit ynskja, at savna ung saman til hugna og sosiala samveru, við at bjóða teimum eina serstaka uppliving á útoyggj við borðspølum.

Frá hugskot til veruleika

Áðrenn Tabletop Føroyar bleiv stovnað, var skipað fyri einum borðspælstiltakið í Svínoy í summri 2019. 14 vinfólk fóru við Rituni frá Hvannasundi til Svínoyar, at hugsavna seg um borðspøl eitt heilt vikuskifti.

Hetta eydnaðist sera væl, og ætlanin var, at skipa fyri tí aftur árið eftir. Tiltakið fekk heitið SvínaCon, men vegna corona bleiv tiltakið ikki hildið aftur. 

Nevndin fyri Tabletop Føroyar ynskir nú, at átaka sær uppgávuna at skipa fyri hesum tiltakinum í ár, og víðka tiltakið til at bjóða øllum borðspælsáhugaðum við.

Tí kemur Tabletop Føroyum at skipa fyri borðspælsleguni í Svínoy, tann 19. til 21. august 2022.

Ein lega fyri ung

Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum gisting og alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum. 

Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.

Ritan siglir okkum frá Hvannasund til Svínoyar ein fríggjadag, og farið verður heim aftur seinnapartin sunnudagin.

Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl.  Umframt hetta koma vit, at leiga húsini Arabø til fyriskipararnar, og møguligar eyka persónar.

Gamlagarð
Arabø

Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf úti á Handansgerði saman við staðkenda fyriskiparanum.

Eftirsum at vit ynskja at bjóða so nógvum, sum gjørligt, fara vit eisini at hava ein, ið kemur at taka sær av matgerð allar dagarnar. Vit ætla at taka hædd fyri møguligum ovurviðkvæmi hjá luttakarunum í skrásetingarskjalinum.

Vit ynskja at hava eitt lágt luttøkugjald, soleiðis at øll hava ráð at verða við.

Málbólkur

Legan er ætlað teimum ið eru 18 og eldri. Ynskiligt er, at tann einstaki luttakarin er nóg búgvin til, at taka ábyrgd av sær sjálvum.

Legan er ikki bert fyri tey, ið tilmelda, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.

Ritan hevur ikki góðar umstøður til at tryggja góð ferðusluviðurskifti hjá tykkum við rørsluavbjóðingum. Tak hetta til eftirtektar.

Tað er ikki krav at hava limaskap í Tabletop Føroyum fyri at luttaka á leguna.

Samanumtikið

Tabletop Føroyar ynskir at seta á skrá eina serstaka útoyggja borðspælslegu fyri ungum, á Svínoynni. Vit gleða okkum, at kunna bjóða ungum hesu uppliving.

SvínaCon 2022

Skrá

Nær tú ynskir at fara til og frá Svínoy er upp til tín. Kostnaður av ferðing er ikki við í luttøkugjaldinum. 

Tak fyrivarni fyri broytingum í tíðarætlanini. 

Fríggjadag (19. august)

  • 15:00 - Gamligarður letur upp

    Hølini í Gamlagarði lata upp kl. 15. Um tú velur at fara tíðiliga, ert tú vælkomin at møta á Gamlagarði frá klokkan 15. Tey flestu fara yvirum við Rituni kl. 18:30.

  • 17.30 - Møtast í Hvannasundi

    Vit viðmæla, at tit øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Ferðsluljós eru í tunnulinum yvirum fjall, og hetta kann viðføra seinkingar á tínari ferðing. Felagsmøtipláss verður á havnini við Rituna. Har eru góð parkeringsviðurskifti.

  • 18.30 - Hvannasund til Svínoy

    Klokkan 18:30 sigla vit úr Hvannasundi við Rituni. Enn einaferð, vit viðmæla, at øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Hetta er egin ábyrgd, at koma til og at gjalda.

  • 19:00 - Vælkomin til Svínoyar

    Tá vit eru lend í Svínoy, gongur leiðin til Gamlagarð. Møguliga verður okkurt at bera, ynskiligt er um tit hjálpa til! 😉 Har eru 8 kømur við 4 plássum hvør. Hvørt kamar hevur atgongd til ves og brúsu. Tit verða deild upp í hesi ymisku kømurini. Fyriskipararnir eru í Arabø.

  • 20:00 - Vælkomin til SvínaCon

    Vit kunngera reglurnar og skemaði fyri SvínaCon. Vit viðmæla at øll eru við til hetta. Síðani byrja borðspølini!

  • 21:00 - Heitur nátturði á Gamlagarði

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av umleið kl. 22.

  • 00:00 - Friðaligt

    Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.

Leygardag (20. august)

  • 09:00 - Morgunmatur á Gamlagarði

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 10.

  • 12.00 - Diskgolf

    Ein fyriskipari kemur at skipa fyri einum diskgolf spæli. Øll eru vælkomin at luttaka! Hetta verður uttandura á bøðinum, so heit klæði og góðar skógvar ella stivlar eru viðmæld!

  • 13:30 - Heitur døgurði í Gamlagarð

    Ein kokkur kemur at fyrireika ein góðan heitan døgura til okkum! Vit rigga av aftur umleið kl. 15.

  • 14.30 - Gongutúr

    Ein staðkenur fyriskipari kemur at skipa fyri einum gongutúri á oynni. Hetta er eitt gott høvi hjá tykkum at uppliva vøkru náttuna á oynni. Viðmælt er heit klæði og stivlar. Fyrivarni skal takast til veðri.

  • 19:00 - Kalt borð í Gamlagarð

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 20.

  • 00:00 - Friðaligt

    Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.

Sunnudagin (21. august)

  • 08.45 - Fráferð

    Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Tú hevur møguleika at fara við hesum bátinum. SvínaCon er í fult sving til seinasti túrurin 18:30.

  • 10.30 - Morgunmatur í Gamlagarði

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 11:30

  • 13:00 - Rudda Gamlagarð

    Vit skulu byrja at rudda bygningin. Hetta er tí at hava Gamlagarð til kl. 15. Hvørt kamar hevur ábyrgdina av at rudda sítt egna kamar.

  • 14.45 - Seinna fráferð

    Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Tú hevur møguleika at fara við hesum bátinum. SvínaCon er í fult sving til seinasti túrurin 18:30.

  • 15:00 - Gamligarður letur aftur

    Bygningurin er ruddaður, og vit fara til Dansistovuni at halda á við borðspælsleguna har. Her er møguleiki antinn at flyta sína begagu til Dansistovuna ella Arabø.

  • 16.00 - Kalt borð í Dansistovuni

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 17.

  • 18:30 - Seinasta fráferð

    Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Hetta er síðsti túrur.

Tiltøk

Massar av borðspølum

Tú kann síggja ein lista av øllum spølum, ið vit hava við til SvínaCon her.

Sær tú ikki títt spæl á listanum? – So tak tað við!

Spælival skipar fyri Dungeons & Dragons

Spælival kemur til SvínaCon!

Í samstarv við Tabletop Føroyar fara vit í Spælival at skipa fyri tveimum Dungeons & Dragons one shots til SvínaCon.

Praktisk:

Bæði one shots vera spæld leygardagin. Møguleiki er fyri at gera character sheets klár í felag fríggjakvøldið.

  1. Midnight House – fyri nýggjari spælarar:

Tema er murder mystery. Har er eitt sindur av combat og social encounters, men dentur er lagdur á puzzles og mysteries. Til level 4

Dungeon master verður Barbara Krossteig. Hennara styrkir liggja í rolluspæl og innliving

Vit gera character sheets saman fríggjakvøldið. Stats vera eisini rullaðir tá.

  1. Find the Werewolf – fyri vandar spælarar:

Tema er murder mystery. Her er góður møguleiki fyri combat, men eisini social encounters og sjálvandi at loysa mysterium.

Dungeon Master verður Teinar Olsen. Hansara styrki liggur í sera góðari combat og strategi, men eisini dugir hann væl við rolluspæli. Til level 6. Multiclass er loyvt uttan stat requirements.

Her ber til at gera character sheets sjálvur um man ynskir. Ger tað tó í samráð við DM.

Eftir ætlan verður Midnight House leygardagin klokkan 15:00 og Find the Werewolf klokkan 20:00. 

Skriva til Esbern á Geilini á esbern@tabletop.fo í samband við tilmelding.

Digimon Card Game

Møguleiki verður at royna Digimon Card Game kortspælið.

Dune

Fríggjakvøldið klokkan 22:00 byrja vit uppá Dune borðspælið við Advanced Rules. Tað er upp til 6 spælarar og møguleiki er at spæla við Choam and Richese House Expansion.

Ynskir tú at tryggja tær pláss í spælinum, kann tú skriva til Esbern M. á Geilini, á esbern@tabletop.fo.

Skal hava lært Basic ella Advanced rules fyri at luttaka.

Diplomacy

Leygardagin klokkan 16:00 byrja vit uppá Diplomacy Tað er upp til 7 spælarar

Ynskir tú at tryggja tær pláss í spælinum, kann tú skriva til Jákup Joensen Eskildsen, á jakup@tabletop.fo.

Ecplise: Second Dawn for the Galaxy

Eiler Poulsen kemur at skipa fyri Eclipse: Second Dawn for the Galaxy sunnudagin kl. 10:00-14:00. Pláss eru fyri 5 spælarar.

Tryggja tær pláss við at skriva til Eiler á eiler@tabletop.fo.

Party Games á skíggja

Ein stórur skíggi verður í hølinum, ið verður nýttur til at spæla Party Games og borðspælslíknandi spøl, so sum Mario Party og Super Smash Bros.

Tað verður ein Super Smash Brothers kapping um nóg nógv fólk tekna seg!

At hava við

Tú skalt hava við

  • Tannbust/tannkrem
  • Skiftiklæðir (sokkar, undirbuksir, blusa, buksir)
  • Útiklæðir/skógvar (um ein vil út í náttúruna)
  • Sápa at vaska sær við
  • Títt yndis borðspæl (um TTF ikki eigur eitt)
  • Snacks um man vil hava tað
  • Pening til ferðina frá Hvannasund til Svínoyar

Vit taka okkum av

  • Mat
  • Seingjarklæðir og handklæði
  • Nógv borðspøl
 

Húsreglur fyri SvínaCon​

Fyri at skapa eitt gott spæliðumhvørvi og góðan trivna ímillum luttakararnar, eru ávísar reglur galdandi. Les meira um hesar reglur við at fylgja leinkuna.

Stuðlar

Stuðla átakinum hava Føroya Ungdómsráð, Klaksvíkar kommuna og Visit Norðoy.

Tilmelding

Tú kanst nú ogna tær eitt atgongumerki! Ger skjótt av, tí har er avmarkað pláss!