Stuðla virksemið!

Gerst limur!

Sum limur stuðlar tú okkara virksemi og ert við til at mynda framtíðina hjá tabletop gaming í Føroyum.

Hvat fái eg sum limur?

Niðanfyri sært tú hvat tú ávirkar sum limur og hvat fyri ágóðanir tú fær!

Limaskapur stuðlar virksemið

Reint ítøkiliga hjálpir hetta okkara arbeiði móti føstum høli, stuðul frá grunnum og at fíggja viðkomandi átøk.

Serlig átøk​

Stuðulin hjálpur okkum at kunna skipað og stuðla størri og spennandi verkætlanir – her ímillum Game Night,  málingarverkstovuna, Warhammer 40K Dagin og eisini SvínaCon. 

Avsláttur frá veitarum​

Veitarar av borðspølum, og tilhoyrandi vørum, hava víst áhuga í at geva avsláttur á teirra vørum fyri limir hjá Tabletop Føroyum. 

Bert limir, ið hava goldið innan innistandandi ári, fáa hesi avtalu í lag.

Aðrar ágóðar

Umframt avsláttur frá veitarum fáa limir hjá felagnum fleiri aðrar ágóðar, so sum ókeypis Hero Forge miniatur, framhald í okkara Dungeons & Dragons spælið, og luttøku í Magic: the Gathering drafts o.a.

Ofta spurt

At gerast limur er sera einfalt. Tað er við at fáa sær eitt limahald her.

Ert tú yngri enn 15 ár, kann foreldrur/verji geva tær hald her.

Limagjaldið er 100 kr árliga.

Um tú hevur spurningar kann tú seta teg í samband við okkum.

Ein verður ikki limur fyrr enn limagjaldið er goldið.

Við at skráseta seg sum lim á tabletop.fo, verður limagjaldið goldið beinanvegin, og tú verður samstundis limur hjá Tabletop Føroyum. Limagjaldið verður tá trekt sjálvvirkandi hvørt ár.

Fyri at varðveita limaskap, skal limagjaldið gjaldast innan 31. desembur hvørt ár, tí er gott at halda eyga við um haldið gerst óvirkið.

Sum limur hjá Tabletop Føroyum hevur tú myndugleika at mynda framtíðina hjá felagnum. Tú fær atkvøðurætt á aðalfundinum, og fær møguleika at stilla upp í nevndina. Eisini stuðlar tú undir við at okkara virksemi kemur at halda áfram.

Sum limur fær tú eisini avsláttur við teir veitarar vit hava avtalur við. Tú kann síggja hvørjir veitarar vit hava avtalu við her.

Ávís sertiltøk krevja limaskap fyri luttøku, so sum Magic: the Gathering Drafts og Dungeons & Dragons.

Um tú einaferð hevur tekna teg sum lim, so hevur tú fingið ein brúkara at rita teg inn við.

Tú kann rita inn her, og síðani sær tú undir My memberships um tú hevur ein aktivan limaskap.

Um tú ivast í tínari limastøðu, ert tú altíð vælkomin at skriva til okkum!

Vit hava altíð tørv á hjálp!

Soleiðis kann tú, millum annað, hjálpa felagnum:

  • Tekna teg sum lim
  • Bjóða teg fram sum hjálparfólk*
  • Donera til felagið (spøl, tilfar og líknandi)

*Hjálparfólk fáa mat og drekka undir teimum tiltøkunum tey varða av.

Um tú hevur ynski at hjálpa ella stuðla felagnum er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum her.

Fíggjarligur stuðul er altíð kærkomin:

Kontonr: 9181 – 0005548820

Av tí vit ikki hava nøkur føst høli, halda vit til í hølinum, Hollywood, ið er undir Blákrossbúðini í Havn, Niels Finsensgøta 20, hvørt leygarkvøld kl. 18-23 í samband við Tabletop Game Night borðspælskvøldinum.

Bústaður felagsins er bústaðurin hjá nevndarformanninum.

Øll kunnu lána spøl frá Býarbókasavninum í Havn við lánkorti.

Vit hava nógv spøl, men enn er ikki nøkur mannagongd fyri at lána okkara spøl út.

Tú kann tó altíð spæla øll okkara spøl á borðspælskvøldinum, Tabletop Game Night.

Tú kann síggja øll spølini hjá okkum her.

Øll eru vælkomin at taka síni egnu spøl við til tiltøkini hjá okkum.

Vit bjóða eitt ókeypis innleiðandi spæl í Dungeons & Dragons til limir millum 12-25 ár! Tú kann lesa meira um hetta tilboðið her.

Annars, hava vit vit avmarkaðar møguleikar at bjóða luttakarum at spæla Dungeons & Dragons, ið vit skipa fyri, og krevur tí sindur av samskipan.

Vit viðmæla at tit seta tykkum í samband við Spælival, ið bjóðar slíka tænastu á høgum støði.

Um tit hava ynski at spæla D&D hjá okkum kunnu tit seta tykkum í samband við okkum.

Ja, vit halda eisini til í hølinum, Silkienni, í Vestmanna annan hvønn mikudag frá kl 18:00-22:00. Eisini hava vit onkuntíð onnur tiltøk aðrastaðni. Tú kann fylgja við á okkara Facebook síðu hvar vit hava tiltøk.

Ynskir tú, at vit halda tiltøk í tínum nærumhvørvið, so er tú vælkomin at geva okkum eitt prei!

Gerst limur!

Sum limur stuðlar tú okkara virksemi og ert við til at mynda framtíðina hjá tabletop gaming í Føroyum.

Stuðla uttan limaskap

Eisini er møguligt at stuðla okkum uppá aðrar mátar!

Set teg í samband við okkum umvegis okkara facebook page ella send okkum ein teldupost á tabletop@tabletop.fo