Avsláttur frá veitarum

Veitarar av borðspølum og tilhoyrandi vørum, hava víst áhuga geva avsláttur fyri teg sum lim. Les víðari fyri at síggja hvørji hesi eru!

Niðast stendur hvussu tú kanst gera dælt av hesum tilboðinum, og um hvørji treytir fylgja við.

Uppruna

Umframt at vit sum áhugafelag arbeiða fyri at skapa góðar karmar fyri borðspælsleikarar í øllum Føroyum, ynskja vit eisini at veitarar av borðspølum og tilhoyrandi vørur trívast.

Vit hava tískil, frá fyrstani tíð, samstarvast við veitarum um at geva okkara limum ein góðan avsláttur. 

Málingahandilin

Limaavsláttur er prís match á games-workshop við dansku heimasíðuna, undantikið lím og spray, og annað, sum ikki kann fraktast via luft post.

Annars er fastur 15% avsláttur uppá øll hini merkini:

  • Vallejo
  • Tamiya
  • Army Painter
  • Sparmax
  • Revell
  • Spray og lím frá Games-Workshop
  • Ghiant
  • Excel
  • Evergreen
  • Italeri
  • Leonhardy
  • Artsania Latina
  • Humbrol
  • Airfix
  • Panzag

Vit hava eisini umboð uppá millum annað Lefranc & Bourgeois, Liquitex og Winsor & Newton.

Serbíleggingar eru bindandi, uttan annað er avtala.

Kontakt persónur sum gevur avsláttur

Dánjal N. Kass
Sølumaður, Málingadeildin

Tele: +298 587 694maling@litaval.fo

Fá avsláttur

Fyri at kunna veita hendan avsláttur, er neyðugt hjá veitarum at kunna vátta limaskap, og hetta krevur avísar persónsupplýsingar.

Felagið metir at tænastan og avslátturin hevur áhuga fyri flestu limir, men fyri at tryggja góðan dátuskikk, krevja veitarar eina váttan um limaskap. Tú kann vísa veitarum limaskapváttan við at rita inn fara undir My Memberships. Við at vísa hesa váttan váttar tú samstundis at hesar upplýsingar kunnu deilast við veitaran.

Um tú ikki ert limur, kanst tú skráseta teg sum lim umvegis fylgjandi leinku

Veitari?

Um tú ert veitari og kundi hugsa tær at fingið eina avtalu í lag, so ert tú meira enn vælkomin at skriva til okkum á tabletop@tabletop.fo ella skriva til okkum á okkara facebook page.