Haldstreytir

Gjald

Við einum limahaldi varðveitir tú limaskap hjá Tabletop Føroyum við at gjalda sjálvvirkandi eina árliga upphædd, ið samsvarar við ásetta limagjaldið á aðalfundinum hjá Tabletop Føroyum.

Tá tú hevur teknað teg sum lim hjá Tabletop Føroyum við at stovna eitt limahald, verður tú trektur eina upphædd, ið svarar til árliga limagjaldið. Hetta gjaldið verður aftur trekt fyri hvørt ár líka til haldið verður óvirkið ella til tú avmeldar haldið. Tú kanst stovna hald beinleiðis inni á tabletop.fo.

Teir gjaldsupplýsingar tú tøppar inn, verða einans givnir til gjaldsveitaran hjá Tabletop Føroyum umvegis bronglað boð. Sostatt er ikki møguligt at misbrúka hesar upplýsingar. Tabletop Føroyum kann ikki síggja hesar upplýsingar.

Gjaldsveitarin hjá Tabletop Føroyum er Quickpay.net. Um gjaldskortið gongur út ella verður sperrað, førir tað við sær, at okkara gjaldsveitari ikki fær trekt pening av kortinum, og vit steðga tínum haldi. Tað inniber at tín limaskapur verður ikki sjálvvirkandi varðveittur.

Tænastur

Sum limur hjá Tabletop Føroyum hevur tú myndugleika at mynda framtíðina hjá felagnum. Tú fær atkvøðurætt á aðalfundinum, og fær møguleika at stilla upp í nevndina. Eisini stuðlar tú undir við at okkara virksemi kemur at halda áfram.

Sum limur fær tú eisini avsláttur við teir veitarar vit hava avtalur við.

Tú kann síggja hvørjir veitarar vit hava avtalu við her.

Fyri tabletop.fo fær tú við limahaldi atgongd til vørur og síður, ið bert limir hava atgongd til. Hesin rættur fellur samstundis burtur, um tú ikki longur hevur eitt virkandi limahald. 

FUR og árligur rakstrarstuðul

Tá tú teknar teg sum limur hjá Tabletop Føroyum, játtar tú samstundis at felagið kann deila limaupplýsingarnir hjá tær við Føroya Ungdómsráð. 

Føroya Ungdómsráð er ein almennur stovnur sum stuðlar frítíðarvirksemi fyri ung.

Tabletop Føroyum fær ein árligan fíggjarligan stuðul frá Føroya Ungdómsráð, ið er grunda á hvussu nógvir limir eru í felagnum. 

Í praktis merkir hetta, at tú kemur at vit koma at deila fylgjandi upplýsingar um teg við Føroya Ungdómsráð:

  • Fornavn og eftirnavn
  • Bústaður
  • Aldur
Fyri at gerast limur mugu vit hava hesar upplýsingar.

Kvittanir

Tú sært eitt yvirlit og kvittanir yvir títt hald á síðuni. Tú fært kvittan á teldupost, tá tú tilmeldar, endurteknar og avmeldar eitt hald.

Avmelding

Tú skalt sjálv/ur avmelda hetta hald undir “Hald” fyri at steðga gjaldingini. Tú kanst til eina og hvørja tíð steðga ella uppsiga tíni limagjøld hjá Tabletop Føroyum og, tað er eingin binding.

Mismunur og stoytandi atburður

Eftir viðtøkurnar hjá Tabletop Føroyum, kann Tabletop Føroyar, bannlýsa lim, ið skapar mistrivnað í felagnum vegna ósømuligan atferð. Hetta inniber at limahald verður strika, og verður ikki endurgoldið.