2025 Føroyameist-araskapið í Super Smash Bros. Ultimate á VágaCon
Kom við og kappast um FM heitið í Super Smash Bros. Ultimate (og eitt borðspæl)
Á SvínaCon leygardagin, 2. august kl. 16:00 verður spælt um Føroyameistaraskapið í Super Smash Bros. Ultimate!
Spælt verður í Bygdarhúsinum í Miðvági (Kirkjavegur 3).
Tilmelding
Tilmelding verður gjørd á staðnum (bygdarhúsinum í Miðvági) og byrjar klokkan 09:00 leygarmorgunin, 2. august.
Tilmeldast skal til kappingina í seinasta lagið kl 15:45 (15min áðrenn kappingin byrjar)
OBS: Upp til 16 luttakarar kunnu tekna seg. Tí kann vera gott at tilmelda seg beinanvegin.
Gott er um tit geva tykkum tíð til at innstilla tykkara controls áðrenn kappingin byrjar.
Reglur
Rundir
Spælarar verða settir tilvildarliga ímóti hvørjum øðrum, og spælt verður við hesum reglum:
- No Items
- 2 Stocks
- 5 Min.
Spælt verður best út av 3. Í fyrsti rundu, verður spælt á Battlefield, men taparin hevur møguleika at velja ein av hesum trimum banum í aðru rundu:
- Battlefield
- Small Battlefield
- Final Destination
Finalan og Semi-finalur
Í semi-finalum, og í finaluni verður spælt við hesum reglum:
- No Items
- 3 Stocks
- 5 Min.
Spælt verður best út av 5. Banar verða spældir eins og hinar rundurnar. Tá allir banar hava verið spældir, og tað enn ikki er avgjørt, er tað frítt hjá tapara velja bana (Battlefield, Small Battlefield ella Final Destination)
(Fyrivarni skal takast fyri at reglurnar møguliga ikki broytast, um tíðin ikki ger tað møguligt)
Vinningur
Vinningurin er sjálvandi eitt A4 pappír, ið váttar at tú ert Føroyameistarin í Super Smash Bros. Ultimate 2025, men við í vinninginum er eisini eitt borðspæl!
