2026 Føroyameistaraskapið í Super Smash Bros. Ultimate á SvínaCon
Kom við og kappast um FM heitið í Super Smash Bros. Ultimate (og eitt borðspæl)
Á SvínaCon leygardagin, 15. august kl. 16:00 verður spælt um Føroyameistaraskapið í Super Smash Bros. Ultimate!
Spælt Gamlagarði í Svínoy.
Tilmelding
OBS: Kappingin er avmarkað til 16 luttakarar. Tí kann vera gott at tilmelda seg so skjótt sum tilmeldingin byrjar.
Eitt tilmeldingarskjal verður gjørt klárt at tilmelda seg við klokkan 10:00 leygarmorgunin, 15. august. Til ber at fráboða til Esbern á Geilini (751276) ella Jósef Sivertsen (255059) um ein ikki er á staðnum fyri at tilmelda seg.
Tilmeldast skal til kappingina í seinasta lagið kl 16:00, og síðani byrjar kappingin so skjótt sum øll eru tilreiðar.
Gott er um tit geva tykkum tíð til at innstilla tykkara controls áðrenn kappingin byrjar.
Reglur
*Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum.
Single Elimination
Bert vinnarar á einum dysti spæla seg víðari til finaluna.
Rundir
Spælarar verða settir tilvildarliga ímóti hvørjum øðrum, og spælt verður við hesum reglum:
- No Items
- 2 Stocks
- 5 Min.
- Sudden Death
- Winner’s Blind Choice*
Spælt verður best út av 3. Í fyrsti rundu, verður spælt á Battlefield, men taparin hevur møguleika at velja ein av hesum 8 banunum í aðru rundu:
- Battlefield
- Small Battlefield
- Final Destination
- Pokémon Stadium 2
- Smashville
- Town and City
- Kalos Pokémon League
- Hollow Bastion
Finalan
Í finaluni verður spælt við hesum reglum:
- No Items
- 3 Stocks
- 7 Min.
- Onki Sudden Death
- Winner’s Blind Choice
Spælt verður best út av 5. Banar verða spældir eins og hinar rundurnar.
(Fyrivarni skal takast fyri at møguleiki er at undanfarnu reglarnar verða brúktar ístaðin, um kappingin má endast í góðari tíð)
Vinningur
Vinningurin er sjálvandi eitt A4 pappír, ið váttar at tú ert Føroyameistarin í Super Smash Bros. Ultimate 2026, men við í vinninginum er eisini eitt borðspæl!
