2019 - Arbeiðsbólkur
Aftur í novembur 2019 fór ein vinarbólkur at gera eina roynd at fáa ein borðspælsklubba í Havn. Hugskotið var at gera eitt umhvørvi har borðspælsfjepparar kunnu møtast fyri at spæla borðspøl.
Í hesum arbeiðsbólkinum vóru
- Esbern M. á Geilini,
- Eiler K. Y. Poulsen
- Símun Mellemgaard
- Eyðun Mellemgaard
- Árni Laksáfoss Simonsen
- Marius á Geilini
- Barbara Krossteig
Umsóknir vóru sendar til lokal stovnar um møguleikan at leiga hølir. Serliga var tað eitt útboð hjá Tórshavnar Kommunu um at ítróttarhøllin í Finsen skuldi veita tilboð til frítíðarvirksemi. Umsóknirnar komu tó ikki á møt, vegna høga eftirspurninginum eftir hølum.
2020 - Tabletop Føroyar
Summarið 2020 var frialigt í mun til mentanarlig tiltøk. Ongar korona tilburðir vóru kunngjørdar í nakrar vikur. Barbara Krossteig, ið var partur av arbeiðsbólkinum, sendi fyrispurning til Býarbókasavnið í Havn um tað var møguligt at halda borðspælstiltøk í teirra hølum. Tey vóru sinnaði at lata hølini til borðspælstiltøk, men ynsktu at tað var skipa av einum felagi heldur enn einstaklingum.
Tann 25. juni, ein vika áðrenn fyrsta tiltakið hjá felagnum, var stovnandi aðalfundur hildin fyri Tabletop Føroyar. Esbern á Geilini, ið eisini var partur av arbeiðsbólkurin, gekk á odda fyri at fáa felagið stovnað fyri at halda borðspælstiltøk. Nevndin varð skipað soleiðis:
- Esbern M. á Geilini, Formaður
- Eyðun Salberg Magnussen, Næstformaður
- Eiler K.Y. Poulsen, Skrivari
- Hans Winther, Kassameistari
- Barbara Krossteig, Nevndarlimur,
- Árni Laksáfoss Simonsen, 1. Tiltakslimur
- Jákup Joensen Eskildsen, 2. Tiltakslimur
Fyrsta borðspælskvøldið, tann 2. juli, fekk yvirhonds góða móttøku og sera nógv fólk luttóku. Áleið 80 luttakarar komi at spæla borðspøl ta kvøldið. Tiltakið bleiv eisini lýst á Góðan Morgun Føroyar sendingini. Tabletop Føroyar skipaði fyri tveimum tiltøk um vikuna allan juli mánaða, ið svarar til 4 vikur. Tiltøkini vóru frá kl 18 til 21 hvønn týsdag og hósdag.
Onnur tiltøk
Tá borðspælskvøldini á Býarbókasavninum endaðu, fór nevndin at leita eftir øðrum møguleikum at skipað fyri tiltøkum. Ynskið var serliga at kunna hava longri tiltøk enn bara tríggjar tímar, og helst um vikuskiftið. Samrøða var við Bláa Krossi um at brúka hølir, ið tey gjørdu í stand, tá tey vóru klár. Tá hetta dró út, bleiv eitt samstarv gjørt við Tórsgøtu um at hava tiltøk hvørja viku í Perluni hvørt mánakvøld kl. 18-23. Um hetta mundið meldaði Árni L. Simonsen seg úr nevndini vegna tað at hann fór niður at lesa. Nevndin bleiv tí skipað soleiðis fram til næsta aðalfund:
- Esbern M. á Geilini, Formaður
- Eyðun Salberg Magnussen, Næstformaður
- Eiler K.Y. Poulsen, Skrivari
- Hans Winther, Kassameistari
- Barbara Krossteig, Nevndarlimur,
- Jákup Joensen Eskildsen, 1. Tiltakslimur
- Regin í Dali, 2. Tiltakslimur
Vegna korona blivu tiltøkini útsett og byrjaðu ikki fyrr enn í novembur mánaði eftir at talið av korona tilburðum minkaði aftur. Tá var eisini avgjørt at nýta eina koronagestabók fyri at fáa samband við luttakarar, ið fall at smitta var staðfest á tiltakinum, og smittusporing var neyðug. Smittusporing bleiv tíbetur ongantíð neyðugt.
Tiltøkini í Perluni fekk sera góða undirtøku við føstum luttakarum. Av tí at tiltakið var nú longri, bar til at spæla longri spøl, ið annars ikki bar til á tiltøkunum á Býarbókasavninum. Tiltakið bleiv seinni flutt til týsdagar heldur enn mánadagar. Hesi tiltøk fingu tá heiti Tabletop Game Night.
2021 - Royndir og støðufesti
2021 var merkt av royndum og støðuleika.
Tiltøk hildu áfram í Perluni. Her bleiv eisini hildið fyrsta Pre-Release Magic: the Gathering kapping, ið Árni L. Simonsen stóð á odda fyri. Kappingin var hildin á borðspælskvøldinum í Perluni við 16 luttakarum, og ein sera stór fjøld kom til tiltakið tað kvøldið.
Aðalfundur varð hildin á Býarbókasavninum tann 30. januar. Her blivu viðtøkurnar fyri felagið lagdar fram og góðkendar av limunum. Nevndin varð skipað av nýggjum við hesum limum:
- Esbern M. á Geilini, Formaður
- Jákup Joensen Eskildsen, Næstformaður
- Eiler K.Y. Poulsen, Skrivari
- Eyðun Mellemgaard, Kassameistari
- Hans Winther, Nevndarlimur
- Barbara Krossteig, 1. Tiltakslimur
- Heðin Tórstún, 2. Tiltakslimur
Á várið fingu vit eini boð frá Tórshavnar Kommunu at skúlin á Fløtum var sinnað at lata høli til okkum. Eitt samstarv varð gjørt við Skúlanum á Fløtum um at vit kundu halda tiltøk hvønn leygardag frá 17 til 23 í kantinuni. Tiltøkini fluttu tá frá Perluni til Skúlan á Fløtum.
Hetta árið bleiv eisini tað árið Tabletop Føroyar bleiv limur í Føroya Ungdómsráð (FUR). FUR er ein stovnur, ið fíggjar frítíðarvirksemi fyri børn og ung yngri enn 30 ár, ið ikki er ítróttur.
Felagið átti ongin borðspøl sjálvi, og tí vóru øll spølini, ið vóru spæld á tiltøkunum spøl hjá fyriskiparum ella luttakarum, umframt doneraði spøl. Tað var ikki haldbart. Ein onnur avbjóðing var manlandi møguleika at bjóða sjálvbodnum mat og drekka.
Fígging var neyðug fyri at loysa hesar avbjóðingar, og tí sendi felagið umsókn til Uttanríkis- og Mentamálaráði um stuðul til barna- og ungdómsvirksemi. Felagið fekk játtað stuðul nokk til at keypa eina samling av borðspølum og neyðugt tilfar til at skipa fyri borðspælskvøldum, umframt at samsýna fyriskiparum við mat og drekka.
Eftirfylgjandi søkti felagið stuðul og fekk játtað frá verkætlanargrunninum hjá FUR til tvær verkætlanir: eina málingaverkstovu til at mála figurar og terrain, og til at skipa fyri borðspælsløtum á fólkaskúlum.
Av tí at Skúlin á Fløtum stongir skúlan í summarfrítíðini, mátti felagið leita sær onnur hølir. Avgjørt var skjótt at venda aftur til Býarbókasavnið. John Fuglø, framgangari at fáa borðspøl inn á Býarbókasavnið, stuðlaði undir at fáa borðspælskvøld leygardagar á Býarbókasavninum. Tiltøkini hava síðani hildið fram á Býarbókasavninum hvørt leygarkvøld frá 17-23, og Býarbókasavnið hevur verið sera stuðlandi í hesum átakinum.
2022
Aðalfundur var hildin 27. februar á Býarbókasavninum og nevndin er nú skipað soleiðis:
- Esbern M. á Geilini, Formaður
- Ólavur Eikholm Joensen, Næstformaður
- Eiler K.Y. Poulsen, Skrivari
- Jákup Joensen Eskildsen, Kassameistari
- Heðin Tórstún, Nevndarlimur
- Árni Rúnarson, 1. Tiltakslimur
- Finn Kenneth Mohr, 2. Tiltakslimur