Húsreglur fyri SvínaCon

Innleiðing

Fyri at skapa eitt gott spæliðumhvørvi og góðan trivna ímillum luttakararnar, eru hesar reglur galdandi.

Ábyrgd

Vit vænta at allir luttakararnir hava ábyrgd fyri sær sjálvum og sínum egnu tingum.

Tað er egin ábyrgd, at sleppa til og frá Svínoy, og at røkja síni egnu dagligu rutinu (busta tenn, seingjartíðir, vaska sær, o.s.fr.). 

Hetta inniber at rudda upp eftir sær sjálvum, at vera reinligur, og at skikka sær væl.

Virðing

Vit vænta at luttakarar vísa virðing fyri hvørjum øðrum og vísa fólkaskikk á leguni. Afturvendandi brot á hetta kann viðførða burturvísing uttan endurgjald. 

Farið eisini væl við hølinum, náttúrini og borðspølum og ognum hjá øðrum. 

Reinføri

Vit vænta at tit halda reinføri, soleiðis at vit kunnu hava eitt hugnaligt borðspælsumhvørvi.

Friður

Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men eftir kl. 00:00 skal tað gerast friðarligt og uttan tónleik;  summi hava tørv á svøvni!

Har er aftur ein dagur í morgin.