Dungeons & Dragons til nýbyrjarar

0,00 kr.

Tú má vera limur hjá Tabletop Føroyum fyri at kunnu bíleggja. Tú kann tekna teg sum lim her. Er tú longu limur, so kann tú rita teg inn her. (Ert tú longu innritaður, má tú Refresh'a síðuna)

Category:

Description

Innleiðandi spæl í D&D

Hevur tú hug at royna Dungeons & Dragons?

Tabletop Føroyar bjóðar nú í samstarv við Spælival øllum sínum limum eitt ókeypis innleiðandi spæl í Dungeons & Dragons!

Hvat er Dungeons & Dragons?

Dungeons & Dragons er eitt borðrolluspæl. Tað vil siga, at har eru ymiskar reglur fyri, hvussu tú spælir, men eisini ein fríður og kreativur partur, har tú skal spæla ein leiklut, ella rollu. Fokusið í Dungeons & Dragons er at fortelja eina søgu saman – og sjálvandi eisini at berjast móti óndum skrímslum og drekum.

Bílegging

Fyri at bíleggja, má tú vera limur. Tú kanst gerast limur her.

Fyll út teigarnar omanfyri við upplýsingum, fyri at bíleggja eina tíð.

Bólkar

Vit seta saman bólkar eftir aldur, og tú upplýsir hvønn bólk, tú ynskir at verða bólkaður saman við. Tú kanst altíð ynskja at spæla saman við øðrum tú kennir og mugu hesi eisini verða limir hjá okkum. Eru teir limir, kann tú bólka teg saman við teimum við at skriva teirra navn í bólkateigin omanfyri. Eru tit 4, so verða tit ikki bólkaðir saman við nøkrum øðrum enn tykkum.

Bólkarnir eru:

  • Børn (upp til 12 ár)
  • Yngri ung (13-17 ár)
  • Eldri ung (18-25 ár)
  • Vaksin (26 ár og eldri)

Tað er eisini møguligt at tekna seg sum familjubólk. Tá er tað ikki krav hjá foreldrum at verða limir fyri at luttaka. Skriva bert í viðmerkingarfeltinum hvørji verða við.

Tíð

Vit koma eftirfylgjandi at geva tær eina tíð, har tú saman við Spælival fær eitt innleiðandi spæl í D&D ein leygardag niðri á Býarbókasavninum til eitt av okkara borðspælskvøldum. Tíðin er vanliga fyrsti leygardagur í einum mánaði og byrjar klokkan 18:00.

Luttakarar yngri enn 30 ár verða raðfest.

Spurningar?

Skriva til okkum á tabletop@tabletop.fo, Facebook ella teiginum niðanfyri!