SvínaCon 2023 tilmelding

600,00 kr.

Tilmelding til SvínaCon 2023 borðspælsleguna.

Luttøkugjaldið er:

  • 700 kr fyri ikki-lesandi
  • 600 kr fyri lesandi

Freistin at tilmelda seg er 12. august kl 23:59.

Bert limir kunnu tekna seg, men bara róligt - tú kann tekna teg sum lim her! Ert tú longu limur skal tú bert rita inn! (Refresh'a síðuna um tú longu er)

Category:

Description

Niðanfyri er fyribils upplýsing um tiltakið. Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum í skemanum.

 

So skipar Tabletop Føroyar endiliga aftur fyri SvínaCon!

Stutt yvirlit

  • SvínaCon er ein borðspælslega fyri 18 ár og eldri.
  • Legan tekur stað á Gamlagarði úti í Svínoy tann 18. til 20. august.
  • Gamligarður hevur 8 kømur, við 4 soviplássum í hvørjum kamari. Hetta loyvir upp til 32 fólk at luttaka á Gamlagarði. Hædd skal tí takast fyri at tit kunnu koma at deila kamar við øðrum. Tey, ið eru seinast at tilmelda seg verða sett í kamar uttan egið ves og brúsu. Kømur verða deild sundur til kvinnir og menn.
  • Afturat borðspølum, verður eisini gongutúrar og disk golf, um viðrar.
  • Húsreglur skulu góðtakast fyri at luttaka.
  • Tilmeldingin inniber gisting, seingjaklæði, mat og drekka.
  • Ikki er neyðugt at tilmelda, um ein fær gisting aðrastaðni – Øll á oynni eru vælkomin, Tó, ynskja vit at boða okkum frá umvegis Facebook ella teldupost.
  • Freistin at tilmelda seg er 12. august kl 23:59.

Frágreiðing

Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum gisting og alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum.

Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.

Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl.

Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf úti á Handansgerði saman við staðkenda fyriskiparanum. Takið tí endiliga góð útiklæði við.

Eftirsum at vit ynskja at bjóða so nógvum, sum gjørligt, fara vit eisini at hava ein, ið kemur at taka sær av matgerð allar dagarnar. Roynt verður at taka hædd tikið fyri ovurviðkvæmi.

Hent at vita

Tað er ljósregulering gjøgnum tunnlarnar Norður um Fjall, og koyrast kann ímillum hvørt 15 min. Ritan siglir frá Hvannasundi til Svínoyar 18:30 fríggjakvøldið 18. august. Ferðist tí norður í góðari tíð, seinasta lagið mugu tit verða farin gjøgnum tunlarnar 18:07.

Check-out úr Gamlagarði er sunnudagin, 20. august, klokkan 10:00, men møguleiki verður at halda til á Dansistovuni og í íbúðini á Arabø, áðrenn fráferð. Farið verður við Rituni heimaftur sunnudag seinnapart. Tit kunnu síggja ferðaætlanina hjá SSL her.

Fyri at tryggja okkum góðar karmar á leguni, eru ásettar húsreglur galdandi. Kunnið tykkum um húsreglurnar her.

Gamligarður hevur 8 kømur við 4 soviplássum. 7 kømur hava egið ves við brúsu og eitt felags vesi og brúsa er í gongini hjá síðsta kamarinum. Vit deila kømur sundur til kvinnir og menn.

Legan er ikki bert fyri tey, ið tilmelda, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.

Skráin kann síggjast her. Skrá fyri tiltøk undir leguni kemur seinni!

Legan er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu og Visit Norðoy.

Hjálparfólk

Vil tú heldur hjálpa til enn at vera luttakari?

Hjálparar gjalda 500kr fyri luttøkugjaldið (400kr um man er lesandi).

Til ber at hjálpa til við:

  • Upprudding og uppvask eftir máltíðir (ca. tvær vaktir)
  • Sum borðspæls-“Guru” á okkara borðspæls-Express (ca. 1 vakt á 2-3 tímar)

Set teg í samband við okkum!

Spurningar?

Spyr okkum – vit eru altíð klár at svara! Set teg í samband við okkum.

 

Vit síggjast 18. august!