SvínaCon 2024 Tjaldøki

0,00 kr.

SvínaCon 2024 ókeypis tjaldøki.

Til ber at bíleggja matgongumerki fyri at fáa máltíðir alt vikuskiftið.

Ongin freist er at bíleggja tjaldøki, men freistin at bíleggja matgongumerki er útsett til 4. august kl 23:59.

Vit vilja gera alt hvat vit kunnu fyri at luttakarar kunnu at trívast. Um tit hava nakað at leggja aftrat so kunnu tit skriva her. Til ber eisini at taka upp samskifti við okkum umvegis Facebook ella email, tabletop@tabletop.fo

Category:

Description

Niðanfyri er fyribils upplýsing um tiltakið. Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum í skemanum.

 

So skipar Tabletop Føroyar endiliga aftur fyri SvínaCon!

Stutt yvirlit

  • Legan verður hildin á Gamlagarði úti í Svínoy tann 9. til 11. august.
  • Afturat borðspølum, verður eisini gongutúrar og disk golf, um viðrar.
  • Húsreglur skulu góðtakast fyri at luttaka.
  • Til ber at bíleggja matgongumerki her.  Luttøka er ókeypis fyri øll.
  • Ongin freist er at bíleggja tjaldøki, men freistin at bíleggja matgongumerki er útsett til 4. august kl 23:59.

Frágreiðing

Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum.

Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.

Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl.

Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf Norði á Gerðinum saman við staðkenda fyriskiparanum. Takið tí endiliga góð útiklæði við.

Hent at vita

Tað er ljósregulering gjøgnum tunnlarnar Norður um Fjall, og koyrast kann ímillum hvørt 15 min. Ritan siglir frá Hvannasundi til Svínoyar 18:30 fríggjakvøldið 9. august. Ferðist tí norður í góðari tíð, seinasta lagið mugu tit verða farin gjøgnum tunlarnar 18:07.

Check-out úr Gamlagarði er sunnudagin, 11. august, klokkan 14:00, men møguleiki verður at halda til á Dansistovuni og í íbúðini á Arabø, áðrenn fráferð. Farið verður við Rituni heimaftur sunnudag seinnapart. Tit kunnu síggja ferðaætlanina hjá SSL her.

Fyri at tryggja okkum góðar karmar á leguni, eru ásettar húsreglur galdandi. Kunnið tykkum um húsreglurnar her.

Gamligarður eitt felags vesi og brúsa, ið er í gongini, ið tjaldøkið kann nýta. Eisini er alment vesi í bygdini.

Legan er ikki bert fyri tey, ið tilmelda, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.

Skráin kann síggjast her.

Legan er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu, MOWI og Visit North.

Hjálparfólk

Vil tú heldur hjálpa til enn at vera luttakari?

Hjálparar gjalda 500kr fyri gisting og mat.

Til ber at hjálpa til við:

  • Fyrireiking av morgunmati ella miðmála
  • Upprudding og uppvask eftir máltíðir
  • Sum borðspæls-“Guru” á okkara borðspæls-Express (ca. 1 vakt á 2-3 tímar)

Set teg í samband við okkum!

Spurningar?

Spyr okkum – vit eru altíð klár at svara! Set teg í samband við okkum.

 

Vit síggjast 9. august!