SvínaCon 2026 Matgongumerki

300,00 kr.

Matgongumerki til SvínaCon 2026 borðspælsleguna tryggjar tær máltíðir alt vikuskiftið.

Máltíðirnar eru:

Fríggjadag

  • 21:00 Heitur nátturði

Leygardag

  • 9:00 Morgunmatur
  • 14:30 Miðmáli
  • 20:00 Heitur nátturði

Sunnudag

  • 11:00 Brunsj

 

30 in stock

*Vit kunnu ikki tryggja at vit fáa fyrihildið okkum fyri øll ovurviðkvæmi ella kostpreferansur.

Húsreglur

Vit vilja gera alt hvat vit kunnu fyri at luttakarar kunnu at trívast. Um tit hava nakað at leggja aftrat so kunnu tit skriva her. Til ber eisini at taka upp samskifti við okkum umvegis Facebook ella email, tabletop@tabletop.fo

Category:

Description

Niðanfyri er fyribils upplýsing um tiltakið. Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum í skemanum.

 

So skipar Tabletop Føroyar endiliga aftur fyri SvínaCon!

Stutt yvirlit

  • Legan verður hildin á Gamlagarði úti í Svínoy tann 14. til 16. august.
  • Afturat borðspølum, verður eisini gongutúrar og disk golf, um viðrar.
  • Húsreglur skulu góðtakast fyri at bíleggja.
  • Til ber at bíleggja gisting saman við matgongumerki her.  Luttøka er ókeypis fyri øll.

Frágreiðing

Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum mat, gisting og alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum.

Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.

Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl.

Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf úti á Handansgerði saman við staðkenda fyriskiparanum. Takið tí endiliga góð útiklæði við.

Eftirsum at vit ynskja at bjóða so nógvum, sum gjørligt, fara vit eisini at hava ein, ið kemur at taka sær av matgerð allar dagarnar. Roynt verður at taka hædd tikið fyri ovurviðkvæmi.

Hent at vita

Tað er bíligast er bíleggja bilettir til Rituna umvegis bíleggingarskipanini hjá SSL. Eisini Tit kunnu síggja ferðaætlanina hjá SSL her.

Check-out úr Gamlagarði er sunnudagin, 16. august, klokkan 14:00, men møguleiki verður at halda til á Dansistovuni og í íbúðini á Arabø, áðrenn fráferð. Farið verður við Rituni heimaftur sunnudag seinnapart.

Fyri at tryggja okkum góðar karmar á leguni, eru ásettar húsreglur galdandi. Kunnið tykkum um húsreglurnar her.

Gamligarður hevur 8 kømur við 4 soviplássum. 7 kømur hava egið ves við brúsu og eitt felags vesi og brúsa er í gongini hjá síðsta kamarinum.

Legan er ikki bert fyri tey, ið tilmelda, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.

Skráin kann síggjast her.

Hjálparfólk

Vil tú heldur hjálpa til enn at vera luttakari?

Hjálparar fáa avsláttur uppá gisting og mat, umframt aðrar fyrimunir.

Set teg í samband við okkum!

Spurningar?

Spyr okkum – vit eru altíð klár at svara! Set teg í samband við okkum.

 

Vit síggjast 14. august!