Varðadalur

Eitt Dungeons & Dragons spæl har øll kunnu verða við.

Table with D&D

Hvat er Varðadalur?

Varðadalur er eitt Dungeons & Dragons spæl, ið er skipað soleiðis, at ein og hvør kann hava møguleika at luttaka – sum spælari ella spælmeistari.

Tú kann lesa alt um Varðadal heimin og praktiskt viðurskifti inni á okkara World Anvil síðu.

Varðadalur verður spælt við einum spælmeistara og upp til 4 spælarar.

Hvussu kann eg vera við?

Fyri luttøku og meiri upplýsingar kann tú fara á okkara Discord servara, ella møta upp til okkara borðspælskvøld, tá eitt Varðadal spæl verður spælt. Varðadalur er ikki nakað fast tiltak, men verður skipað tá ein Dungeon Master bjóðar seg fram.

Varðadal verður lagt til rættis á sjálva borðspælskvøldinum, og tá er tað tey fyrstu á staðnum, ið kunnu verða við – “først til mølle” prinsipp.

Hvar?

Varðadalur verður skipað á okkara Game Nights á Býarbókasavninum.