Borðspøl mennast støðugt ár um ár. Eitt rák, sum hevur tikið dik á seg seinastu tíðina, er at nýta tøkni saman við ella sum partur av borðspølum. Her tosa vit um meira enn tímagløss og talvklokkur, men appur gjørdar til ávísa spælið. Leikluturin hjá appini kann hava so lítið uppá seg sum bar at vera til at seta dám og huglag, og virka sum tímaglas, so sum í spølum Fuse og Sheriff of Nottingham. Men appin kann eisini vera tað, sum heldur øllum spælinum saman, t.d. í X:com the Board game og Alchemist.
Í X-com er tað appin, sum sigur spælarunum hvar og hvørjar prikkar fíggindin setur á borðið og ger útrokningar og niðurteljing samstundis. Í Alchemist skulu spælarar greiða loyndardómin um at gera gandadrykkir. Hvør uppskriftin er, veit bara appin. Spælararnir skulu skanna sínar rávørur, sum teir lata í sín gandapot fyri at fáa svar uppá um hetta gjørdist gandadrykkur ella ikki.
Kend borðspøl eru eisini tøk talgild. Øll kenna helst chess.com, men har er ein hópin av øðrum kendum borðspølum, sum ein kann spæla ókeypis á netinum t.d. Diplomacy.
Gomul borðspøl hava verið talgild í langa tíð, men nú verður tað meira vanligt, at nýggj Borðspøl eisini verða givin út talgild, á Steam, play-store Nintendo E-shop og aðrastaðni. Talan er ikki bert um einføld spøl sum Ticket to Ride, men eisini stór spøl sum Gloomheaven, Scythe, Lords of waterdeep og Root. Talgildu útgávurnar eru mangan bíligari enn pappútgávurnar. Samlikortspøl sum Pokemon geva tær kortini tú keypur at spæla við bæði sum papp og digitalt.
Borðspøl eru ikki einans talgild, men eisini í virtuella heiminum. Við Tabletop Simulator ber til at spæla borðspøl á teldununi sum um tú spælur tey á tínum egna borðið, við VR- brillum gerst tað uppaftur meira veruligt. Tabletop Simulator er eitt telduforrit sum loyvir tær at spæla nærum øll borðspøl talgilt, um spælið ikki er á har, so kanst tú sjálvur leggja tey inn. Í Tabletop Simulator kanst tú spæla D&D og tú kanst kríggjast við Warhammer modellum, og heilt sleppa undan at líma, mála og gjalda nakað sum helst.
Fyrimunir við borðspølum á teldu heldur enn á borðum eru nógvir. Tú kanst spæla við onnur líkamikið hvar tey eru. Spølini eru bíligari, spølini eru lættari at seta upp og pakka niður, kort slítast ikki og tú missir ikki spæliprikkar burtur. Útrokningarnar og samanteljingar eru altíð rættar og truplari er at svika. Spølini fylla minni, og enda ikki í skápum sum órudd.
Fyrimunirnir við talgildum borðspølum eru so mangir, at nýggja Nevndin í Tabletop er samd um, at talgild borðspøl eru tað sum felagið skal savna seg um í framtíðini. Tí er avgjørt, at felagið skiftir navn til LAPTOP FØROYAR og at øll spøl sum felagið ognar sær frameftir fara at vera talgild.
Vit fara at seta ein dag har vit hava hava uppboðssølu av spølum felagið eigur, Hetta loysir ein trupulleika felagið hevur havt leingi um varðveitslu av sínum boðspølum.
Felagskapurin heldur fram við borðspælstiltøkum sum vanligt men at vit heita á limir um at taka farteldu við. Eigur tú ikki farteldu? Nevndin hevur gjørt avtalu við teldutænanstuna um at limir fáa 25% avsláttur á farteldur.
Vit gleða okkum at síggja tykkum við telduskýggjan ella í telduskíggjanum til okkara næsta tiltak.
Heilsan
Nevndin, Laptop Føroyar
APRÍL APRÍL!