SvínaCon 2024 tilmelding byrjar 1.juli!

Set x á kalendaran, tí nú verður SvínaCon aftur!

SvínaCon er ein borðspælslega, ið bjóðar eitt serstakt upplivilsi á útoyggj við gisting og ríkiligt av undirhaldi.

Á skránni verður millum annað:

? Disk golf

?‍♂️ Hagatúrur

?Spurnarkapping

? Dungeons & Dragons One-shot

? Magic: the Gathering draft

⚔️ Warhammer 40.000

? Party Games á skíggja

?? FM í Super Smash Bros. Ultimate

⛺ Tjalding, og tjaldøkið við útispølum: Krokett, Bocce, Badminton.

? Góður matur: Morgunmatur, Døgurði, Nátturði og Bronsj.

? og sjálvandi eitt risastórt úrval av borðspølum – bæði long og stutt og stór og smá

SvínaCon verður tann 9. til 11. august og tilmelding til leguna byrjar 1. juli ?

Vit gleða okkum at síggja tykkum?