TABLETOP Game Night í Vágum

Tabletop Føroyar kemur til Vágarnar! Saknar tær onkran at spæla borðspøl við, ella ynskir tú at royna nakað nýtt borðspæl?  So hevur tú møguleikan komandi fríggjakvøld, har vit skipa fyri borðspælshugna frá klokkan 17:00 til 23:00! Tiltakið verður í Virkishúsinum við Ánna í Sandavági og øll eru vælkomin  Sí meira á Facebook eventinum. Vit síggjast 

Nú ber til at tilmelda seg til SvínaCon 2023!

So er SvínaCon endiliga aftur! SvínaCon er ein borðspælslega úti í Svínoy, ið verður hildin á gistingarhúsinum, Gamligarður. Legan er eitt heilt vikuskiftið við uppihaldi, mati, túrum – og sjálvandi massar av borðspølum 🎲♟ Nú hava tit møguleika at útdýpa tykkum í alskyns borðspølum saman við líkasinnaðum borðspælsfjepparum! Legan verður tann 18. til 20. august …

Spælibryggjan á Silkienni

í kvøld byrja vit við tiltøk í Vestmanna, ið vit koma at hava aðruhvørja viku á Silkienni! Har verður eitt breitt úrval av spølum og øll eru vælkomin Vit síggjast á Silkienni í morgin klokkan 18:00! https://www.facebook.com/events/782808413235859/782808423235858/?active_tab=about Til tiltøkini hava vit tørv á fleiri sjálvbodnum, so um tú ynskir at stuðla tiltakinum, kunnu tit skriva …

Innleiðandi spæl í Dungeons & Dragons

Drepa drekar, Steðga tjóvum, bjarga hjálparleysum – Tað kanst tú í Dungeons & Dragons! Hevur tú leingi havt hug at royna Dungeons & Dragons, men ikki veit hvar tú skal byrja? Tabletop Føroyar bjóðar nú, í samstarv við Spælival, øllum sínum limum millum 12-25 ár eitt ókeypis innleiðandi spæl í Dungeons & Dragons Les meira …

Jólakalendarin

Tabletop Føroyar er í jólahýri, og fer at hava jólakapping hvørt borðspælskvøld fram til jólar, har møguleiki er at vinna gávukort frá Rit og Rák, Gamla bókahandli og Vøruhúsinum á Hjalla! Seinasta leygardag, 3.desember, høvdu luttakarar møguleika at vinna gávukort á 500 kr frá Rit og Rák. Fyri at verða við í lutakastinum um vinningin …