Nú ber til at tilmelda seg til SvínaCon 2023!

So er SvínaCon endiliga aftur!

SvínaCon er ein borðspælslega úti í Svínoy, ið verður hildin á gistingarhúsinum, Gamligarður. Legan er eitt heilt vikuskiftið við uppihaldi, mati, túrum – og sjálvandi massar av borðspølum 🎲♟

Nú hava tit møguleika at útdýpa tykkum í alskyns borðspølum saman við líkasinnaðum borðspælsfjepparum!

Legan verður tann 18. til 20. august 📅

Les meir um leguna og tilmelding her!

Gerið skjótt av, tí tað er avmarkað pláss!