Ticket to Ride Kapping!

Leygardagin 16. desembur verður kapping í Ticket to Ride. Kappingin verður hildin klokkan 15:00 í Hollywood, Niels Finsensgøta 20, Tórshavn

Har hevur tú møguleika at vinna góðar vinningar, og koma saman við øðrum at spæla spælið okkum dámar so væl.

Vinningarnir eru:

1. Gávukort á 1.500 kr frá Kids leikum

2. Gávukort á 500kr frá Rit og Rák, og Føroyska Hint.

3. Trý spøl H.J.Jacobsens bókhandli letur: Tvey Exit spøl og nýggja Mosh Pit kortspælið.

4. Eitt eintak av “Ticket to Ride: Europe”

Aftrat hesum eru hinir luttakarar við í dráttinum um eitt eintak av Ticket to Ride: Europe

At luttaka í kappingini er ókeypis, men hon er fyri limir. Tit kunnu tekna tykkum sum lim her

Hava tit trupulleikar við at tekna tykkum sum lim í Tabletop, kunnu tit gott bara melda tykkum til kappingina so orðna vit limaskapin á kappingardegnum.

Meldið tykkum til kappingina her.

Vinnarin av kappingini

Í Kappingini verða 3 spøl spæld, tann sum hevur fingið samlað mest stig ígjøgnum øll hesi spølini vinnur høvuðsvinningin, tann sum hevur næstmest stig far 2. Vinning o.s.f

Stigini til at vinna kappingina eru øll tey vanligu stigini tú fært í Ticket to Ride: Europe spælinum (missónir, Jarnbreytir, óbrúktar tokstøðir, longstaleið,flest missónir) so fært tú aftrat teimum eisini eyka stig fyri hvussu væl tú stendur teg í teimum spølum tú spælir. Vinnarin av einum spælið fær 10 stig, næst fremsti 6 stig, trifremsti fær 3 stig og fjórði spælarin fær 1 stig til kappingina.

Hvussu nógvir spælarar eru við í hvørjum spælið verður avgjørt kappingardagin grundað á luttakara uppmøting. Helst við 4 spælarum. Øll spøl skulu verða spæld við sama spælaratali og allir luttakarar skulu hava spælt eins nógv spøl. 

Eykavinningur

Tá kapping er av og vinnararnir eru fundnir verður drigið lutur ímillum allir aðrir luttakarar um eitt eintak av spælinum Ticket to Ride: Europe.

Reglur

Vit spæla við útgávuni: Ticket to Ride: Europe.

Reglurnar sum vit spæla við eru sum tær standa í reglubókni,

Reglurnar kunnu síggjast í hesum videoinum: Greiðar reglar fyri ticket to ride

Reglur som ofta verða spældar skeivt:

  • Fyri at byggja tokstøð, má man hava í minstalagi eina tokbreyt til tann býin man byggir hana í
  • Bert ein tokstøð kann verða bygd í hvørjum býi.
  • Man fær +4 stig fyri hvørja óbrúkta tokstøð
  • Man velur missón í sama tørn,i sum man tekur nýggjar upp.
  • Man má velja í minstalagi eina missón av teimum trimum man tekur upp
  • Síðsta umfarið í spælinum byrjar tá ein spælari hevur 2 ella færri vognar eftir (spælt verður við 45)

Vit vóna góða uppmøting.

– Fyri meira kunning, fylg tiltakinum á Facebook

Tilmelding

Meldið tykkum til kappingina her

Stuðlað kappingini hevur Kids Leikur, Rit og Rák og HNJ Bókahandil.