Væleydnað GameJam

Farna vikuskifti á GameJam komu fólk saman um at vera nýskapandi.

Tabletop Føroyar takkar tykkum øllum sum vóru við, og gleðist um at kunna hava verið stuðul til tiltakið sum hesa ferð fevndi um Borðspøl, og gleðist um hvussu mennandi tað er at tað eru komin so nógv nýggj føroysk borðspøl burtur úr tiltakinum. Vónandi fara vit at síggja fleiri teirra í handlunum einaferð.

Vit vilja ynskja vinnarunum til lukku.

Vinnaraspælið (og møguliga onnur gamejam spøl eisini) kunnu spælast á borðspælstiltakinum á býarbókasavninum í Havn.

Tit kunnu síggja myndir frá tiltakinum á okkara Facebook innslagið ella á síðuni hjá GameJam Føroya