Kill Team Chill Team Kapping

Ringl, skot og rok verður á Býarbókasavninum tann 11. og 12.mars, tí tá verður nemliga ein chill Warhammer 40K Kill Team kapping ??

Hevur tú eitt toymi heima, ið tú brennir eftir at royna?

Kom so oman og dystast, og verð við í kappingini um at vinna eitt Kill Team toymi eftir egnum vali ?

Tað er ikki neyðugt at vera ein garvaður veteranur – hevur tú ongantíð roynt Kill Team áður, so læra vit teg á staðnum ?

Eisini verður best málaða toymið kosið ??

Vit síggjast á vígvøllinum tann 11. og 12. mars klokkan 17:00!

Tilmeldingarfreistin er 4. mars og har er avmarkað pláss. Til ber at tilmelda seg her.