Borðspælslegan SvínaCon 2024
Tabletop Føroyar kemur at skipa fyri einari spennandi borðspælslegu í Svínoy, tann 9. til 11. august 2024. Les meira um leguna niðanfyri.
Bíleggingarfreistin er farin, men til ber enn at brúka tjaldøkið!
Tabletop Føroyar kemur at skipa fyri einari spennandi borðspælslegu í Svínoy, tann 9. til 11. august 2024. Les meira um leguna niðanfyri.
Bíleggingarfreistin er farin, men til ber enn at brúka tjaldøkið!
Vit ynskja, at savna líkasinnaði saman til hugna og sosiala samveru, við at bjóða teimum eina serstaka uppliving á útoyggj við borðspølum.
Áðrenn Tabletop Føroyar bleiv stovnað, var skipað fyri einum borðspælstiltakið í Svínoy í summri 2019. 14 vinfólk fóru við Rituni frá Hvannasundi til Svínoyar, at hugsavna seg um borðspøl eitt heilt vikuskifti.
Hetta eydnaðist sera væl, og ætlanin var, at skipa fyri tí aftur árið eftir. Tiltakið fekk heitið SvínaCon, men vegna corona bleiv tiltakið ikki hildið aftur.
Síðan 2022 hevur nevndin fyri Tabletop Føroyar havt møguleika at skipa fyri SvínaCon, sum hevur eydnaðist sera væl og tí skipar Tabletop Føroyar framhaldandi við at skipa fyri borðspælsleguni, sum í ár verður í Svínoy tann 9. til 11. august, 2024!
Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum gisting og alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum.
Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.
Ritan siglir okkum frá Hvannasund til Svínoyar ein fríggjadag, og farið verður heim aftur seinnapartin sunnudagin.
Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl. Gistarar verða deild upp í 8 kømur við 4 seingjarplássum, við møguleika at tilmelda seg saman við øðrum. Kømur verða deild sundur til kvinnir og menn. Umframt hetta koma vit, at leiga húsini Arabø til fyriskipararnar, og møguligar eyka persónar. Møguleiki er eisini at gista á tjaldøki ella aðrastaðni í bygdini og bíleggja matgongumerki fyri at fáa máltíðir á Gamlagarði.
Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf úti á Handansgerði saman við staðkenda fyriskiparanum.
Eftirsum at vit ynskja at bjóða so nógvum, sum gjørligt, fara vit eisini at hava ein, ið kemur at taka sær av matgerð allar dagarnar. Vit ætla at taka hædd fyri møguligum ovurviðkvæmi hjá luttakarunum í skrásetingarskjalinum.
Legan er ætlað teimum ið eru 18 og eldri. Ynskiligt er, at tann einstaki luttakarin er nóg búgvin til, at taka ábyrgd av sær sjálvum.
Legan er ikki bert fyri tey, ið gista á Gamlagarði, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.
Ritan hevur ikki góðar umstøður til at tryggja góð ferðusluviðurskifti hjá tykkum við rørsluavbjóðingum. Tak hetta til eftirtektar.
Tað er krav at hava limaskap í Tabletop Føroyum fyri at bíleggja gisting ella mat á leguni.
Tabletop Føroyar ynskir at seta á skrá eina serstaka útoyggja borðspælslegu á Svínoynni. Vit gleða okkum, at kunna bjóða tykkum hesu uppliving.
Nær tú ynskir at fara til og frá Svínoy er upp til tín. Kostnaður av ferðing er ikki við í luttøkugjaldinum.
*Fyrivarni má takast fyri veðrinum og broytingum í tíðarætlanini.*
Tað er ljósregulering Norður um Fjall hvønn dag millum klokkan 8:00 – 20:00. Ljósini verða grøn 15’inda hvønn minutt.
Hetta merkir at tá tit koyra norður fríggjadagin mugu tit fyrihalda tykkum til ljósreguleringina, so tit ikki verða ov sein til ferguna.
Norðureftir verða ljósini grøn hesi tíðspunkt:
Suðureftir verða ljósini grøn hesi tíðspunkt
Hølini í Gamlagarði lata upp kl. 15. Um tú velur at fara tíðiliga, ert tú vælkomin at møta á Gamlagarði frá klokkan 15. Tey flestu fara yvirum við Rituni kl. 18:30.
Vit viðmæla, at tit øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Ferðsluljós eru í tunnulinum yvirum fjall, og hetta kann viðføra seinkingar á tínari ferðing. Tit mugu náa til ljóskurvarnar seinastalagið tá ljósini verða grøn klokkan 18:07 Felagsmøtipláss verður á havnini við Rituna. Har eru góð parkeringsviðurskifti.
Klokkan 18:30 sigla vit úr Hvannasundi við Rituni. Enn einaferð, vit viðmæla, at øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Hetta er egin ábyrgd, at koma til og at gjalda.
Tá vit eru lend í Svínoy, gongur leiðin til Gamlagarð. Møguliga verður okkurt at bera, ynskiligt er um tit hjálpa til! 😉 Har eru 8 kømur við 4 plássum hvør. Hvørt kamar hevur atgongd til ves og brúsu. Tit verða deild upp í hesi ymisku kømurini áðrenn legan byrjar. Tey, ið ikki gista á Gamlagarði, verða víst til tjaldøkið. Fyriskipararnir eru í Arabø.
Vit kunngera reglurnar og skemaði fyri SvínaCon. Vit viðmæla at øll eru við til hetta. Heilt skjótt fáa tit heitan nátturða!
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av umleið kl. 21:30.
Tá øll eru komin til rættis kunnu kømur dystast um nørdaskap í spurnaspælinum, Jeopardy!
So er SvínaCon av álvara byrjað og frítt er hjá øllum at heilsa uppá hvønn annan við borðspølum sum fanga teirra áhuga. Eisini verður skipað fyri Party Games á skíggjanum!
Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 10.
Ein staðkendur fyriskipari kemur at skipa fyri einum hagatúri á oynni. Hetta er eitt gott høvi hjá tykkum at uppliva vøkru náttuna á oynni. Viðmælt er heit klæði og stivlar.
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av aftur umleið kl. 15:15.
Ein fyriskipari kemur at skipa fyri diskgolf spæli. Øll eru vælkomin at luttaka! Hetta verður uttandura á bønum, so heit klæði og góðar skógvar ella stivlar eru viðmæld!
Eins og undanfarin árini verður tað kappast um føroyameistaraskapi í Super Smash Bros. Ultimate! Tilmelding til kappingina steðgar kl 16:00!
Ein kokkur kemur at fyrireika ein góðan heitan døgura til okkum! Vit koma at rigga av umleið kl. 21:00.
Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.
Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Tú hevur møguleika at fara við hesum bátinum. SvínaCon er í fult sving til seinna túrin 14:45. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at við at ringja til avgreiðslumannin. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 11:00-13:00.
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 12:00
Vit skulu byrja at rudda bygningin. Hetta er tí at vit hava Gamlagarð til kl. 14. Hvørt kamar hevur ábyrgdina av at rudda sítt egna kamar.
Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Vit fyrireika okkum til Ritan kemur. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 17:00-19:00.
Bygningurin er ruddaður, og vit fara til Arabø ella Dansistovuna meðan vit bíða eftir Rituni. Her er møguleiki at flyta sína bagagu til Arabø ella lata hana standa til strandferðluna at taka.
SvínaCon 2024 er nú komin at enda, og vit takka tykkum fyri eina serstaka legu, og gleða okkum at síggja tykkum aftur næsta ár!
Felagið tekur øll spølini, i felagið hevur tøkt í Hollywood við. Til ber at síggja spøl felagið eigur – her.
Nógv skjót og løtt borðspøl verða á SvínaCon, og tey kanst tú royna á borðspæl Express’ini, ið verður tvey tíðspunkt leygardagin, 10. august ✌️
Umborð verður ein tokførari klárur at spæla og læra tykkum fleiri spøl, har tað eisini er skjótt og lætt at hoppa frá og til borðið eftir ynski. Hetta egnar seg sera væl, um tit eitt nú bíða eftir øðrum spælarum at blíva lidnir við okkurt spæl, so ber til at hoppa umborð eina løtu áðrenn farið verður víðari til okkurt annað størri spæl 💪
Borðspæl Express’in verður:
leygardag, 10. august:
Tá øll eru komin út og lagt seg til rættis fríggjakvøldið, fáa kømrini møguleika at seta seg upp ímóti hvørjum í einum spæli av Jeopardy! Svarini eru sjálvandi fyri tað mesta borðspælsrelateraði, so lat tað mest nørdutta kamarið vinna!
Hevur tú spælt D&D leingi, og hevur hug til eina ordeliga torføra roynd til eitt one-shot? Og vilt tú royna eitt one-shot har tú kanst vera lv 15?
Ímynda tær eina verð, har vampyrar, liches og Werewolves hava fingið nokk av øllum jagstran eftir teimum, og ætla nú at broyta teirra mátar at handfera seg uppá.
Ikki longur fara teir at goyma seg í myrkrið, og eftir langa tíð av hugsanum, fara teir traðka inn í tær upptiknu býargøturnar.
Hvør er tín hetja í hesum stríðnum? Og fer hann at kunna steðga hesum harkaliðinum við sínum vinum?
Í samstarv við Spælival verður skipað fyri einum One-Shot á SvínaCon. Tilmelding er først-til-mølle. Tilmelda teg til one-shot við at skriva til esbern@tabletop.fo.
Meira kunning kemur seinni.
Ein bági við at spæla Warhammer á útivølli, er at útseta allar sínar lutir undir ferðingini. Í ár hevur Tabletop Føroyar keypt landslag frá Titans Terrain, ið er lætt at ferðast við, so tú sleppur undan at taka landslagið við sjálvur!
Eisini tekur Tabletop Føroyar sína málingaverkstovu við, so tú fær málað tað tær tørvar á leguni 🖌🎨
Eisini samstarva vit við Hermótinum, ið kemur at halda okkurt í samband við Warhammer 40.000. Meira kunning kemur seinni.
Vit vita at borðspøl verður nokk av á SvínaCon, meeen onkuntíð kann tað kanska tykjast eitt sindur ov nógv. Tí kann tað verða gott at líka leggja tann taktiska partin av heilaum í pausu, og heldur seta seg við eitt joystick og spæla spøl, ið ikki eru tyngjandi, men heldur skjót og stutt.
Á SvínaCon verður møguligt at spæla fleiri kend Party Games, millum annað:
Eisini verður møguligt at spæla eldri Nintendo spøl í retro krókinum 🕹️
Í Vági er ein rættur disk golf bani, men leygardagin 10. august, verður ein disk golf bani settur upp hinumegin Føroyar, tí á SvínaCon verður møguligt at spæla disk golf!
Disk golf er sum golf, men bara við, ja, diskum, heldur enn kúlum. Vit seta tríggjar kurvar upp til reiðar at spæla disk golf á opna landslagnum í Svínoy ⛳️
Takið góð útiklæði við.
Á SvínaCon verður ikki bara sitið við borðið og spælt borðspøl. Tað má verða pláss fyri at strekkja beinini, og njóta góðu náttúruna á útoyggj. Tað verður tað við einum skipaðum hagatúri í Svínoy við einum staðkenda fyriskipara!
Svínoy er ein lítil oyggj við stórum upplivingum 🏝
Í Svínoy eru loyndar nátturperlur, sum ikki síggjast í visit Faroe islands myndum. Kom við á Svínacon og fá møguleikan at uppdaga og uppliva hesar við staðkenda ferðaleiðaranum ⛰
Takið góð útiklæði við.
Gamli svimjihylurin verður gjørdur í stand, og til ber at svimja í svimjihylinum hjá teimum, ið hava hug.
Takið svimji- og skiftiklæðir við.
Á SvínaCon kunnu tit endiliga taka hatta spælið av “Twillight Imperium” sum tit hava droymt um, ella at seta tykkum niður at spæla Everdell við øllum expansions. Tað er nevniliga møguligt at taka hesi borðspølini sum taka 8+ tímar at spæla
Kom við á kjakbólkin fyri at spyrja hvør man vera áhugaður í at vera við:
Fyri at skapa eitt gott spæliumhvørvi og góðan trivna ímillum luttakararnar, eru ávísar reglur galdandi. Les meira um hesar reglur við at fylgja leinkuna.
OBS: Ongin handil er á oynni
Ljósregulering eru í tunlunum Norður um Fjall. Sí ferðaætlan undir Skránni.
Tað kann variera nógv hvussu leingi heimtúrurin tekur. Ritan siglir úr Hvannasundi tríggjar túrar sunnudagin, men fráferðin ávirkast alt eftir veðrinum og um Ritan siglir til Fugloynna ella ikki. Her nøkur vegleiðandi tíðspunkt nær ein kann vænta at vera í Havn útfrá hvørjum túri man tekur:
Gevið fyriskiparum boð um nær tit ætla tykkum avstað. Hvussu Ritan siglur verður kunngjørt umvegis SvínaKunning – Community Chat Group.
Skráin nevnir ymiskt støð á oynni. Hetta eru støðini:
Luttakarar kunnu gera sær brúk av Dansistovuni, ið er í hinum endanum av bygdini. Alment vesi er hinumegin vegin.
SvínaCon verður hildið á Gamlagarði, ið er eitt gistingarhús, ið kann hýsa upp til 32 gestir. Har eru 8 kømur við 4 seinjgum, og møguligt er at tekna seg upp til hvønn man vil deila kamar saman við. Við í gistingini, eru allar máltíðarnar, ið koma at verða á SvínaCon – heilar 5 máltíðir!
Um ein ikki ynskir at gista á Gamlagarði ber til at nýta tjaldøkið við Gamlagarð ókeypis, ella at finna sær gisting aðrastaðni á oynni. Máltíðir kunnu fáast við at bíleggja sær matgongumerki 🎫
Vit vilja gera vart við at ongin handil er á oynni 📣
“Uden mad og drikke duer helten ikke” Tað ásanna vit á SvínaCon, og tí ber til at bíleggja máltíðir alt vikuskiftið meðan SvínaCon her. Við ongum handli á oynni, kann tað koma væl við at fáa døgurðan orðnaðan fyri seg 👨🍳
Tað verða 5 máltíðir í alt:
Fríggjakvøld, leygarmorgun, leygardag, leygarkvøld og sunnumorgun
Té og kaffi verður ókeypis fyri øll ☕
Tey, ið gista á Gamlagarði, fáa allar máltíðirnar við í prísinum.
Sum nakað nýtt, verður møguligt at nýta tjaldøkið, ið verður beint við Gamlagarð heilt ókeypis.
Vesi og brúsa kann brúkast á Gamlagarði.
Minst til at ongin handil er á oynni, men at til ber at fáa máltíðir á SvínaCon við at bíleggja sær matgongumerki
Leguluttøka er ókeypis og krevur ikki tilmelding, men til ber at bíleggja gisting ella matgongumerki fyri at fáa máltíðir alt vikuskiftið. Møguleiki er eisini at bíleggja atgongd til tjaldøkið ókeypis
Gisting á Gamlagarði er avmarkað til 32 pláss.
Freistin at bíleggja farin, men enn ber til at brúka tjaldøkið!
* krevur limaskap hjá Tabletop Føroyum, meeen tað er bara 100kr um árið – Tekna teg sum lim her!
Stuðlað hevur: