SvínaCon 2026 Gisting

700,00 kr.

Gisting til SvínaCon 2026 borðspælsleguna. Aldursmarkið fyri at bíleggja er 18 ár.

Gjaldið er:

  • 700 kr uttan seingjaklæði og handkløð
  • 900 kr við lán av seingjaklæði og handkløð

Við í prísurinum er matgongumerki fyri allar dagarnar.

32 in stock

Seingjaklæði og handkløð

Tit vera biðin um at taka tykkara egnu seingjaklæði og handkløð við, men møguleiki er at lána seingjaklæði og handkløð fyri 200kr

Um tú hevur ynski at deila kamar saman við øðrum tú kennir, so kann tú skriva fornavn og eftirnavn hjá teimum her. Hetta er sjálvandi treytað av at tey eisini tilmelda seg.

*Vit kunnu ikki tryggja at vit fáa fyrihildið okkum fyri øll ovurviðkvæmi ella kostpreferansur.

Húsreglur

Vit vilja gera alt hvat vit kunnu fyri at luttakarar kunnu at trívast. Um tit hava nakað at leggja aftrat so kunnu tit skriva her. Til ber eisini at taka upp samskifti við okkum umvegis Facebook ella email, tabletop@tabletop.fo

Category:

Description

Niðanfyri er fyribils upplýsing um tiltakið. Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum í skemanum.

 

So skipar Tabletop Føroyar endiliga aftur fyri SvínaCon!

Stutt yvirlit

  • Aldursmarkið fyri at bíleggja gisting er 18 ár.
  • Legan verður hildin á Gamlagarði úti í Svínoy tann 14. til 16. august.
  • Gamligarður hevur 8 kømur, við 4 soviplássum í hvørjum kamari. Hetta loyvir upp til 32 fólk at luttaka á Gamlagarði. Hædd skal tí takast fyri at tit kunnu koma at deila kamar við øðrum. Tey, ið eru seinast at tilmelda seg verða sett í kamar uttan egið ves og brúsu. Kømur verða deild sundur til kvinnir og menn.
  • Afturat borðspølum, verður eisini gongutúrar og disk golf, um viðrar.
  • Húsreglur skulu góðtakast fyri at gista.
  • Um tú longu fær gisting aðrastaðni, ber til at einans keypa SvínaCon 2026 Matgongumerki.  Luttøka er ókeypis fyri øll.
  • Limaskap hjá Tabletop Føroyum krevst fyri gisting og matgongumerki. Til ber at tekna seg sum lim her.

Frágreiðing

Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum mat, gisting og alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum.

Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.

Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl.

Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf úti á Handansgerði saman við staðkenda fyriskiparanum. Takið tí endiliga góð útiklæði við.

Eftirsum at vit ynskja at bjóða so nógvum, sum gjørligt, fara vit eisini at hava ein, ið kemur at taka sær av matgerð allar dagarnar. Roynt verður at taka hædd tikið fyri ovurviðkvæmi.

Hent at vita

Tað er bíligast er bíleggja bilettir til Rituna umvegis bíleggingarskipanini hjá SSL. Eisini Tit kunnu síggja ferðaætlanina hjá SSL her.

Check-out úr Gamlagarði er sunnudagin, 16. august, klokkan 14:00, men møguleiki verður at halda til á Dansistovuni og í íbúðini á Arabø, áðrenn fráferð. Farið verður við Rituni heimaftur sunnudag seinnapart.

Fyri at tryggja okkum góðar karmar á leguni, eru ásettar húsreglur galdandi. Kunnið tykkum um húsreglurnar her.

Gamligarður hevur 8 kømur við 4 soviplássum. 7 kømur hava egið ves við brúsu og eitt felags vesi og brúsa er í gongini hjá síðsta kamarinum.

Nú eru tunnlarnar Norður um Fjall liðnar, so nú er ongin ljósregulering longur.

Legan er ikki bert fyri tey, ið gista, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.

Skráin kann síggjast her.

Hjálparfólk

Vil tú heldur hjálpa til enn at vera luttakari?

Hjálparar fáa avsláttur fyri gisting og mat, umframt aðrar fyrimunir

Set teg í samband við okkum!

Spurningar?

Spyr okkum – vit eru altíð klár at svara! Set teg í samband við okkum.

 

Vit síggjast 14. august!