Borðspælslegan SvínaCon 2023

Tabletop Føroyar kemur at skipa fyri einari spennandi borðspælslegu í Svínoy, tann 18. til 20. august 2023.

Trýst á leinkið niðanfyri, fyri at koma til SvínaCon handilin.

Svínacon træplanka uttan hvítt

Endamál

Vit ynskja, at savna líkasinnaði saman til hugna og sosiala samveru, við at bjóða teimum eina serstaka uppliving á útoyggj við borðspølum.

Frá hugskot til veruleika

Áðrenn Tabletop Føroyar bleiv stovnað, var skipað fyri einum borðspælstiltakið í Svínoy í summri 2019. 14 vinfólk fóru við Rituni frá Hvannasundi til Svínoyar, at hugsavna seg um borðspøl eitt heilt vikuskifti.

Hetta eydnaðist sera væl, og ætlanin var, at skipa fyri tí aftur árið eftir. Tiltakið fekk heitið SvínaCon, men vegna corona bleiv tiltakið ikki hildið aftur. 

Í fjør fekk nevndin fyri Tabletop Føroyar møguleika at skipa fyri SvínaCon, sum eydnaðist sera væl og tí kemur Tabletop Føroyar aftur í ár at skipa fyri borðspælsleguni í Svínoy, tann 18. til 20. august 2023!

Ein lega til spælisælu

Borðspælslegan kemur at bjóða luttakarunum gisting og alskyns borðspøl, umframt at luttakarar kunnu taka sínu egnu spøl við. Hetta gevur luttakarum eitt serstakt umhvørvi, har tey hava eitt heilt vikuskifti at sosialisera og hugna sær saman við øðrum borðspælseldsálum í Føroyum. 

Hetta vikuskiftið gevur eisini høvið til meira enn hvat eitt einstakt leygarkvøld kann. Við meira tíð, úti á útoyggj, og vekk frá býarlívinum, er høvið til at samansjóða luttakarnar við størri og longri spølum, ið krevja meira tíð og fleiri luttakarar, eta og gera mat saman, ganga túrar saman, spæla útispøl, so sum disk golf, umframt onnur tiltøk, ið fyriskipararnir ella luttakararnir sjálvir skipa fyri.

Ritan siglir okkum frá Hvannasund til Svínoyar ein fríggjadag, og farið verður heim aftur seinnapartin sunnudagin.

Vit koma at leiga Gamlagarð, ið er eitt gistingarhús við fleiri kømrum og soviplássum til 32 fólk. Karmarnir í Gamlagarði eru sera væl egnaðir til eitt tílíkt tiltak, við nógvum seingjarplássum og góðum plássi til borðspøl. Luttakarar verða deild upp í 8 kømur við 4 seingjarplássum, við møguleika at tilmelda seg saman við øðrum. Kømur verða deild sundur til kvinnir og menn. Umframt hetta koma vit, at leiga húsini Arabø til fyriskipararnar, og møguligar eyka persónar.

Gamligarður
Arabø

Gongutúrar verða skipaðir av einum fyriskipara, ið er kendur á staðnum, og møguleiki verður eisini, at spæla disk golf úti á Handansgerði saman við staðkenda fyriskiparanum.

Eftirsum at vit ynskja at bjóða so nógvum, sum gjørligt, fara vit eisini at hava ein, ið kemur at taka sær av matgerð allar dagarnar. Vit ætla at taka hædd fyri møguligum ovurviðkvæmi hjá luttakarunum í skrásetingarskjalinum.

Lesandi fáa avsláttur á luttøkugjaldinum.

Málbólkur

Legan er ætlað teimum ið eru 18 og eldri. Ynskiligt er, at tann einstaki luttakarin er nóg búgvin til, at taka ábyrgd av sær sjálvum.

Legan er ikki bert fyri tey, ið tilmelda, men eisini øðrum, ið eru á oynni, og vilja taka lut í borðspølum og øðrum.

Ritan hevur ikki góðar umstøður til at tryggja góð ferðusluviðurskifti hjá tykkum við rørsluavbjóðingum. Tak hetta til eftirtektar.

Tað er krav at hava limaskap í Tabletop Føroyum fyri at luttaka á leguni.

Samanumtikið

Tabletop Føroyar ynskir at seta á skrá eina serstaka útoyggja borðspælslegu á Svínoynni. Vit gleða okkum, at kunna bjóða tykkum hesu uppliving.

SvínaCon 2023

Skrá

Nær tú ynskir at fara til og frá Svínoy er upp til tín. Kostnaður av ferðing er ikki við í luttøkugjaldinum. 

*Fyrivarni má takast fyri veðrinum og broytingum í tíðarætlanini.*

Ferðaætlan:

Tað er ljósregulering Norður um Fjall hvønn dag millum klokkan 8:00 – 20:00. Ljósini verða grøn 15’inda hvønn minutt.

Hetta merkir at tá tit koyra norður fríggjadagin mugu tit fyrihalda tykkum til ljósreguleringina, so tit ikki verða ov sein til ferguna.

Norðureftir verða ljósini grøn hesi tíðspunkt:

  • xx.07
  • xx.22
  • xx.37
  • xx.52

Suðureftir verða ljósini grøn hesi tíðspunkt

  • xx.00
  • xx.15
  • xx.30
  • xx.45

Fríggjadag (18. august)

  • 15:00 - Gamligarður letur upp

    Hølini í Gamlagarði lata upp kl. 15. Um tú velur at fara tíðiliga, ert tú vælkomin at møta á Gamlagarði frá klokkan 15. Tey flestu fara yvirum við Rituni kl. 18:30.

  • 17.30 - Møtast í Hvannasundi

    Vit viðmæla, at tit øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Ferðsluljós eru í tunnulinum yvirum fjall, og hetta kann viðføra seinkingar á tínari ferðing. Tit mugu náa til ljóskurvarnar seinastalagið tá ljósini verða grøn klokkan 18:07 Felagsmøtipláss verður á havnini við Rituna. Har eru góð parkeringsviðurskifti.

  • 18.30 - Hvannasund til Svínoy

    Klokkan 18:30 sigla vit úr Hvannasundi við Rituni. Enn einaferð, vit viðmæla, at øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Hetta er egin ábyrgd, at koma til og at gjalda.

  • 19:00 - Vælkomin til Svínoyar

    Tá vit eru lend í Svínoy, gongur leiðin til Gamlagarð. Møguliga verður okkurt at bera, ynskiligt er um tit hjálpa til! 😉 Har eru 8 kømur við 4 plássum hvør. Hvørt kamar hevur atgongd til ves og brúsu. Tit verða deild upp í hesi ymisku kømurini áðrenn legan byrjar. Fyriskipararnir eru í Arabø.

  • 20:00 - Vælkomin til SvínaCon

    Vit kunngera reglurnar og skemaði fyri SvínaCon. Vit viðmæla at øll eru við til hetta. Síðani byrja borðspølini!

  • 21:00 - Heitur nátturði á Gamlagarði

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av umleið kl. 22.

  • 22:30 - Jeopardy!

    Tá øll eru komin til rættis kunnu kømur dystast um nørdaskap í spurnaspælinum, Jeopardy!

  • 00:00 - Friðaligt

    Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.

Leygardag (19. august)

  • 09:00 - Morgunmatur á Gamlagarði

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 10.

  • 12.00 - Diskgolf

    Ein fyriskipari kemur at skipa fyri einum diskgolf spæli. Øll eru vælkomin at luttaka! Hetta verður uttandura á bøðinum, so heit klæði og góðar skógvar ella stivlar eru viðmæld!

  • 14:30 - Kalt borð á Gamlagarð

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av aftur umleið kl. 15:30.

  • 15.30 - Gongutúr

    Ein staðkenur fyriskipari kemur at skipa fyri einum gongutúri á oynni. Hetta er eitt gott høvi hjá tykkum at uppliva vøkru náttuna á oynni. Viðmælt er heit klæði og stivlar.

  • 17:00 - 90 ára føðingardagshald hjá svimjihylinum

    Svimjihylurin í Svínoy er 90 ár og tað skal hátíðarhaldast við kaffi og kaku við svimjihylin!

  • 20:00 - Heitur nátturði á Gamlagarði

    Ein kokkur kemur at fyrireika ein góðan heitan døgura til okkum! Vit koma at rigga av umleið kl. 21:00.

  • 00:00 - Friðaligt

    Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.

Sunnudagin (20. august)

  • 08.45 - Fráferð

    Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Tú hevur møguleika at fara við hesum bátinum. SvínaCon er í fult sving til seinasti túrurin 18:30. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 11:00-13:00.

  • 10.30 - Morgunmatur á Gamlagarði

    Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 11:30

  • 13:00 - Rudda Gamlagarð

    Vit skulu byrja at rudda bygningin. Hetta er tí at hava Gamlagarð til kl. 15. Hvørt kamar hevur ábyrgdina av at rudda sítt egna kamar.

  • 14.45 - Seinna fráferð

    Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Tú hevur møguleika at fara við hesum bátinum. SvínaCon er í fult sving til seinasti túrurin 18:30. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 17:00-19:00.

  • 15:00 - Gamligarður letur aftur

    Bygningurin er ruddaður, og vit fara til Dansistovuni at halda á við borðspælsleguna har. Her er møguleiki antinn at flyta sína bagagu til Dansistovuna ella Arabø.

  • 15:00 Kalt borð á Dansistovuni/Arabø

    Av tí at Gamlagarð letur aftur, fara vit at seta borð upp í Dansistovuni og bjóða kalt borð. Restin av SvínaCon heldur fram á Dansistovuni og í Arabø til Ritan leggur at.

  • 18:30 - Seinasta fráferð

    Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Hetta er síðsti túrur. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 20:45-22:45.

Tiltøk

Massar av borðspølum

Felagið tekur sína stóra samling av borðspølum við. Ein listi verður gjørdur, har til ber at síggja hvørji spøl vit taka við, soeiðis at tit kunnu brúka plássið í taskuni til onnur spøl!

Felagið tekur øll spølini, i felagið hevur tøkt á Býarbókasavninum við. Til ber at síggja spøl felagið eigur – her.

Borðspæl Express

Vit fara at hava eitt borð tøkt við skjótum og løttum spølum, soleiðis at luttakarar altíð hava okkurt at spæla!

Tá onki annað er á skránni verður ein “borðspæls-Guru” á staðnum:

Fríggjadag: 20:15 – 21:00

Leygardag: 10:00-12:00, 18:00-20:00, 21:00-23:00

Jeopardy!

Tá øll eru komin út og lagt seg til rættis fríggjakvøldið, fáa kømrini møguleika at seta seg upp ímóti hvørjum í einum spæli av Jeopardy! Svarini eru sjálvandi fyri tað mesta borðspælsrelateraði, so lat tað mest nørdutta kamarið vinna!

Spælival

Aftur í ár kemur Spælival út at skipa fyri einum Dungeons & Dragons spæli.

Spælið verður í samráð við Spælival, har characters verða gjørdir fríggjakvøldið, og verður spælt sum spælarar avtala leygardagin.

Spælið er til víðarikomin.

Skriva til Esbern M. á Geilini á esbern@tabletop.fo fyri luttøku.

Magic: the Gathering draft

Møguleiki verður at luttaka í einum ella fleiri Magic: the Gathering drafts

Meira kunning kemur seinni.

Party Games á skíggja

Møguleiki verður at spæla fleiri Party Games á bæði Nintendo Wii U og Nintendo Switch.

Millum annað:

  • Mario Party Superstars
  • Super Smash Brothers Ultimate
  • Mario Strikers: Battle League
  • Nintendoland
  • Game & Wario

Føroyameistaraskap í Super Smash Bros. Ultimate

Sum seinast, verður spælt um føroyameistaraheitið í Super Smash Brothers Ultimate!

Disk Golf

Leygardagin á middegi verður spælt Disk Golf á Handansgerði.

Takið góð útiklæði við.

Gongutúr

Leygardag seinnapart verður skipað fyri einum gongutúri. 

Takið góð útiklæði við.

90 ára føðingardaghald hjá Svimjihylinum í Svínoy

Svimjihylurin í Svínoy er 90 ár, og tí verður skipa fyri einum føðingardagshaldi við kaffi og kaku klokkan 17:00 leygardagin. 

Til tey sum ynskja at svimja, ella rættari – vassa – kunnu taka svimjiklæði við. Svimjihylurin er ikki umvældur enn, og tí ber ikki til at svimja enn.

Stór spøl

Møguleiki verður at spæla stór spøl, so sum Game of Thrones, Dune ella Twiligt Imperium!

Kom við á kjakbólkin fyri at spyrja hvør man vera áhugaður í at vera við:

SvínaCon – Messenger Community bólkur 

At hava við

Tú skalt hava við

  • Tannbust/tannkrem
  • Skiftiklæðir (sokkar, undirklæðir, blusa, buksir)
  • Útiklæðir/skógvar (um ein vil út í náttúruna)
  • Sápa at vaska sær við
  • Títt yndis borðspæl (um TTF ikki eigur eitt)
  • Snacks um man vil hava tað
  • Pening til ferðina frá Hvannasund til Svínoyar

Vit taka okkum av

  • Mat
  • Seingjarklæðir og handklæði
  • Nógv borðspøl
 

Húsreglur fyri SvínaCon​

Fyri at skapa eitt gott spæliðumhvørvi og góðan trivna ímillum luttakararnar, eru ávísar reglur galdandi. Les meira um hesar reglur við at fylgja leinkuna.

Stuðlar

Stuðla átakinum hava Klaksvíkar kommuna og Visit Norðoy.

Hent at vita

Ljósregulering eru í tunlunum Norður um Fjall. Sí ferðaætlan undir Skránni.

Tað kann variera nógv hvussu leingi heimtúrurin tekur. Ritan siglir úr Hvannasundi tríggjar túrar sunnudagin, men fráferðin ávirkast alt eftir veðrinum og um Ritan siglir til Fugloynna ella ikki. Her nøkur vegleiðandi tíðspunkt nær ein kann vænta at vera í Havn útfrá hvørjum túri man tekur:

  • Túrur kl 8:45 úr Hvannasundi: 11:00-13:00 í Havn
  • Túrur kl 14:45 úr Hvannasundi: 17:00-19:00 í Havn
  • Túrur kl 18:30 úr Hvannasundi: 20:45-22:45 í Havn

Gevið fyriskiparum boð um nær tit ætla tykkum avstað. Hvussu Ritan siglur verður kunngjørt umvegis SvínaKunning – Community Chat Group.

Skráin nevnir ymiskt støð á oynni. Hetta eru støðini:

Dansistovan

Luttakarar kunnu gera sær brúk at Dansistovuni, ið er í hinum endanum av bygdini. Alment vesi er hinumegin vegin.

Handil

Til tey, ið ikki hava keypt nakað góðgæti við út, hava vit ein lítlan handil á netinum. Alt gjald má gerast umvegis netið, men hevur tú trupulleikar við nethandilin, so kann tú venda tær til Esbern.

Tilmelding

Tú kanst nú ogna tær eitt atgongumerki! Ger skjótt av, tí har er avmarkað pláss!

Tilmeldingarfreistin er 12. august kl 23:59.