Handilstreytir

Inngangur

Vælkomin á Tabletop.fo. Endamál okkara er, at gera tað einfalt og lætt at fáa eitt yvirlit yvir okkara virksemi, at fáa kunna skráseta seg sum lim, umframt at kunna keypa atgongumerkir til tiltøk og merchendise.

Vit dagføra javnan mannagongdir og handilsstreytir undir hesum persóndátupolitikki cookies.

1.1 Brúksrættur

Keypir tú eina vøru frá okkum, er lættast um tú stovnar tær ein brúkara, og hetta er ein treyt. Tú upplýsir navn, bústað, teldupost og tlf. nummar og velur tær eitt loyniorð. Hetta verður so goymt, og næstuferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsinganar inn av nýggjum, tað einasta tú skal minnast er teldupost og loyniorð.

Møguleiki er eisini fyri at nýta innritan umvegis socialar miðlar, eitt nú facebook, gmail og discord.

Upplýsingarnir tú ritar inn við, eru persónligir og skula ikki koma øðrum í hendi, lánast ella seljast til onnur.

Tú kanst upplýsa fyri samstarvspartnararar hjá Tabletop Føroyar (síð yvirlit yvir veitarar sum bjóða avsláttur) um tú ert gjaldandi limur hjá Tabletop Føroyum. Hetta kann vera í sambandi við at fáa avsláttur uppá vørur.

Fyri at stovna brúkara á Tabletop Føroyum skalt tú hava fylt 13 ár. Brot á brúkstreytir kann enda við burturvísing frá Tabletop.fo uttan endurgjald.

Tabletop Føroyar tillutar sín rætt, at strika tín brúkara, vegna ósømuligan atburð.

2.1 Hald og søla

Á tabletop.fo kanst tú tekna teg sum limur at Tabletop Føroyar við at fáa tær eitt limahald á tabletop.fo.

Á tabletop.fo ber eisini til at tilmelda seg til ávís tiltøk hjá felagnum.

2.2 Angrirættur

Hald, sum er keypt á tabletop.fo, kann angrast 12 dagar saman við kvittan, um viðkomandi sum haldið umfevnir ikki hevur gjørt sær dalt av haldinum. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum við at fráboða okkum frá á teldupost tabletop@tabletop.fo. Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag.

Tilmeldingar til tiltøk, ið eru framdar á tabletop.fo, kunnu ikki angrast innan 7 dagar áðrenn fyrsta degi tiltakið byrjar. Tú kann angra tína tilmelding við at rita inn á tín brúkara og avlýsa ordran undir Ordrar, ella við at seta teg í samband við okkum á teldupost tabletop@tabletop.fo

2.3 Reklamatión

Er feilur á haldinum, verður tú biðin um seta teg í samband við okkum við at boða okkum frá á teldupost tabletop@tabletop.fo.

Er feilur í eini tíni tilmelding, verður tú biðin um seta teg í samband við okkum við at boða okkum frá á teldupost tabletop@tabletop.fo.

2.4 Fyrivarni

Fyrivarni skal takast fyri prís. Limagjald verður ásett á hvørjum aðalfundi á Tabletop Føroyum, og avleiðingin er at hetta kann viðføra prísbroytingar á hald og vørur.

Prísur fyri tilmeldingar verður ikki broyttur, uttan so at tað verður boða frá ávirkaðar partar 14 dagar frammanundan. Í samband við prísbroyting á eini tilmelding er altíð møguligt at angra tilmelding áðrenn prísur verður broyttur.

2.5 Gjalding

Vit taka bert í móti gjaldskortum á nethandlinum. Vit taka í móti fylgjandi kortum:

Visa
MasterCard

Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).

Útfyllur tú ikki hesi, kunnu vit á tabletop.fo ikki fremja tíni keyp. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verur tikin av tíni konto, tá ið vøran verður send, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur, kann feilur verða í upplýstu teldupostadressu. Set teg í samband við teldupost á tabletop@tabletop.fo.

Eru ivamál ella tú hevur trupulleikar við at keypa á síðuni, set teg í samband við okkum við teldupost á tabletop@tabletop.fo.

2.6 Mismunur og stoytandi atburður

Eftir viðtøkunum hjá Tabletop Føroyum, kann Tabletop Føroyar, bannlýsa lim, ið skapar mistrivnað í felagnum vegna ósømuligan atferð. Hetta inniber at limahald verður strika, og verður ikki endurgoldið. 

Hetta kann eisini viðføra at bannlýsti limur heldur ikki hevur møguleika at tilmelda seg til tiltøk á tabletop.fo.

3.1 Persóndátupolitikkur

Tá tú brúkar Tabletop Føroyar góðtekur tú, at tínir persónsupplýsingar verða viðgjørdir eftir okkara persónsdátapolitikki sum kann lesast finnast á tabletop.fo.

Nevndin hjá Tabletop Føroyar
Juli 2022
Dagført juli 2022

3.2 Savnan, goymsla og strikan av persóndáta

Les meiri um, hvussu vit viðgera títt persóndáta á undirsíðuni Persóndátupolitikkur.

3.3 Samtykki og reglur

Les meiri um samtykki á undirsíðuni Persóndátupolitikkur. Her kanst tú lesa um reglur viðvíkjandi at melda til og melda av teldupost.