Ringl, skot og rok verður á Býarbókasavninum tann 11. og 12.mars, tí tá verður nemliga ein chill Warhammer 40K Kill Team kapping ![]()
![]()
Hevur tú eitt toymi heima, ið tú brennir eftir at royna?
Kom so oman og dystast, og verð við í kappingini um at vinna eitt Kill Team toymi eftir egnum vali ![]()
Tað er ikki neyðugt at vera ein garvaður veteranur – hevur tú ongantíð roynt Kill Team áður, so læra vit teg á staðnum ![]()
Eisini verður best málaða toymið kosið ![]()
![]()
Vit síggjast á vígvøllinum tann 11. og 12. mars klokkan 17:00!
Tilmeldingarfreistin er 4. mars og har er avmarkað pláss. Til ber at tilmelda seg her.

