So var árligi aðalfundurin her aftur – kom og set teg inn í virksemið hjá felagnum og njót eitt afterparty við pizza og pappi!
Til aðalfundin hoyrir tú nevndina greiða frá um virksemið og gongdina hjá felagnum farna árið, og kanst tú seta tín dám á nevndina, sum nú aftur skal myndast – ja kanska stillar tú enntá sjálv/ur upp! Eisini er tíð sett av til eitt opið forum, har tú kanst luta viðkomandi tankar og hugskot.
Skrá:
1. Val av orðstýrara og skrivara
2. Framløga av ársfrágreiðing
3. Góðkenning av ársroknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
6. Ymiskt (forum)
…aftaná aðalfundin verður pizza og papp
PS: Tað eru bert limir í felagnum, sum kunnu stilla upp og hava atkvøðurætt. Tú kanst gerast limur á tabletop.fo/sign-membership.
PPS: Við pappi meina vit altso ikki pizza eskjur men ta rúgvuna av borðspølum felagið eigur, ið sum oftast eru gjørd og umgird av… pappi.