Skráin til SvínaCon 2024 kann finnast inni á SvínaCon 2024 Skrá!
SvínaCon 2024 Skrá
Skrá
Nær tú ynskir at fara til og frá Svínoy er upp til tín. Kostnaður av ferðing er ikki við í luttøkugjaldinum.
*Fyrivarni má takast fyri veðrinum og broytingum í tíðarætlanini.*
Ferðaætlan:
Tað er ljósregulering Norður um Fjall hvønn dag millum klokkan 8:00 – 20:00. Ljósini verða grøn 15’inda hvønn minutt.
Hetta merkir at tá tit koyra norður fríggjadagin mugu tit fyrihalda tykkum til ljósreguleringina, so tit ikki verða ov sein til ferguna.
Norðureftir verða ljósini grøn hesi tíðspunkt:
- xx.07
- xx.22
- xx.37
- xx.52
Suðureftir verða ljósini grøn hesi tíðspunkt
- xx.00
- xx.15
- xx.30
- xx.45
Fríggjadag (9. august)
-
15:00 - Gamligarður letur upp
Hølini í Gamlagarði lata upp kl. 15. Um tú velur at fara tíðiliga, ert tú vælkomin at møta á Gamlagarði frá klokkan 15. Tey flestu fara yvirum við Rituni kl. 18:30.
-
17.30 - Møtast í Hvannasundi
Vit viðmæla, at tit øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Ferðsluljós eru í tunnulinum yvirum fjall, og hetta kann viðføra seinkingar á tínari ferðing. Tit mugu náa til ljóskurvarnar seinastalagið tá ljósini verða grøn klokkan 18:07 Felagsmøtipláss verður á havnini við Rituna. Har eru góð parkeringsviðurskifti.
-
18.30 - Hvannasund til Svínoy
Klokkan 18:30 sigla vit úr Hvannasundi við Rituni. Enn einaferð, vit viðmæla, at øll møta ein hálvan tíma áðrenn fráferð. Hetta er egin ábyrgd, at koma til og at gjalda.
-
19:00 - Vælkomin til Svínoyar
Tá vit eru lend í Svínoy, gongur leiðin til Gamlagarð. Møguliga verður okkurt at bera, ynskiligt er um tit hjálpa til! 😉 Har eru 8 kømur við 4 plássum hvør. Hvørt kamar hevur atgongd til ves og brúsu. Tit verða deild upp í hesi ymisku kømurini áðrenn legan byrjar. Tey, ið ikki gista á Gamlagarði, verða víst til tjaldøkið. Fyriskipararnir eru í Arabø.
-
19:45 - Vælkomin til SvínaCon
Vit kunngera reglurnar og skemaði fyri SvínaCon. Vit viðmæla at øll eru við til hetta. Heilt skjótt fáa tit heitan nátturða!
-
20:00 - Heitur nátturði á Gamlagarði
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av umleið kl. 21:30.
-
20:30 - Jeopardy!
Tá øll eru komin til rættis kunnu kømur dystast um nørdaskap í spurnaspælinum, Jeopardy!
-
21:30 - Borðspølini byrja!
So er SvínaCon av álvara byrjað og frítt er hjá øllum at heilsa uppá hvønn annan við borðspølum sum fanga teirra áhuga. Eisini verður skipað fyri Party Games á skíggjanum!
-
00:00 - Friðaligt
Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.
Leygardag (10. august)
-
09:00 - Morgunmatur á Gamlagarði
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 10.
-
12.00 - Hagatúr
Ein staðkendur fyriskipari kemur at skipa fyri einum hagatúri á oynni. Hetta er eitt gott høvi hjá tykkum at uppliva vøkru náttuna á oynni. Viðmælt er heit klæði og stivlar.
-
14:15 - Miðmáli á Gamlagarð
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Vit rigga av aftur umleið kl. 15:15.
-
15.00 - Diskgolf
Ein fyriskipari kemur at skipa fyri diskgolf spæli. Øll eru vælkomin at luttaka! Hetta verður uttandura á bønum, so heit klæði og góðar skógvar ella stivlar eru viðmæld!
-
16:30 FM heitið í Super Smash Bros. Ultimate
Eins og undanfarin árini verður tað kappast um føroyameistaraskapi í Super Smash Bros. Ultimate! Tilmelding til kappingina steðgar kl 16:00!
-
20:00 - Heitur nátturði á Gamlagarði
Ein kokkur kemur at fyrireika ein góðan heitan døgura til okkum! Vit koma at rigga av umleið kl. 21:00.
-
00:00 - Friðaligt
Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men hetta skal gerast friðarligt; summi hava tørv á svøvni! Har er aftur ein dagur í morgin.
Sunnudagin (11. august)
-
08.45 - Fráferð
Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Tú hevur møguleika at fara við hesum bátinum. SvínaCon er í fult sving til seinna túrin 14:45. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at við at ringja til avgreiðslumannin. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 11:00-13:00.
-
10.30 - Brunsj á Gamlagarði
Vit koma at borðreiða okkurt leskiligt. Hetta verður kalt borð. Vit rigga av umleið kl. 12:00
-
12:00 - Rudda Gamlagarð
Vit skulu byrja at rudda bygningin. Hetta er tí at vit hava Gamlagarð til kl. 14. Hvørt kamar hevur ábyrgdina av at rudda sítt egna kamar.
-
14.45 - Seinna fráferð
Strandfaraskip Landsins byrjar túrin frá Hvannasundi til Svínoyar. Vit fyrireika okkum til Ritan kemur. Ritan hevur ikki eitt fast tíðspunkt, so fylgjast má við nær hon leggur at. Við hesum túrinum ert tú vanliga í Havn millum 17:00-19:00.
-
15:00 - Gamligarður letur aftur
Bygningurin er ruddaður, og vit fara til Arabø ella Dansistovuna meðan vit bíða eftir Rituni. Her er møguleiki at flyta sína bagagu til Arabø ella lata hana standa til strandferðluna at taka.
-
15:15 SvínaCon liðugt
SvínaCon 2024 er nú komin at enda, og vit takka tykkum fyri eina serstaka legu, og gleða okkum at síggja tykkum aftur næsta ár!
Tiltøk
Massar av borðspølum
Felagið tekur øll spølini, i felagið hevur tøkt í Hollywood við. Til ber at síggja spøl felagið eigur – her.
Borðspæl Express
Nógv skjót og løtt borðspøl verða á SvínaCon, og tey kanst tú royna á borðspæl Express’ini, ið verður tvey tíðspunkt leygardagin, 10. august ✌️
Umborð verður ein tokførari klárur at spæla og læra tykkum fleiri spøl, har tað eisini er skjótt og lætt at hoppa frá og til borðið eftir ynski. Hetta egnar seg sera væl, um tit eitt nú bíða eftir øðrum spælarum at blíva lidnir við okkurt spæl, so ber til at hoppa umborð eina løtu áðrenn farið verður víðari til okkurt annað størri spæl 💪
Borðspæl Express’in verður:
leygardag, 10. august:
- Kl: 10:00-12:00
- Kl 17:30-20:00
Jeopardy!
Tá øll eru komin út og lagt seg til rættis fríggjakvøldið, fáa kømrini møguleika at seta seg upp ímóti hvørjum í einum spæli av Jeopardy! Svarini eru sjálvandi fyri tað mesta borðspælsrelateraði, so lat tað mest nørdutta kamarið vinna!
D&D við Spælival
Hevur tú spælt D&D leingi, og hevur hug til eina ordeliga torføra roynd til eitt one-shot?
Ímynda tær eina verð, har vampyrar, liches og Werewolves hava fingið nokk av øllum jagstran eftir teimum, og ætla nú at broyta teirra mátar at handfera seg uppá.
Ikki longur fara teir at goyma seg í myrkrið, og eftir langa tíð av hugsanum, fara teir traðka inn í tær upptiknu býargøturnar.
Hvør er tín hetja í hesum stríðnum? Og fer hann at kunna steðga hesum harkaliðinum við sínum vinum?
Í samstarv við Spælival verður skipað fyri einum One-Shot á SvínaCon. Tilmelding er først-til-mølle. Tilmelda teg til one-shot við at skriva til esbern@tabletop.fo.
Magic: the Gathering draft
Meira kunning kemur seinni.
Warhammer 40.000
Ein bági við at spæla Warhammer á útivølli, er at útseta allar sínar lutir undir ferðingini. Í ár hevur Tabletop Føroyar keypt landslag frá Titans Terrain, ið er lætt at ferðast við, so tú sleppur undan at taka landslagið við sjálvur!
Eisini tekur Tabletop Føroyar sína málingaverkstovu við, so tú fær málað tað tær tørvar á leguni 🖌🎨
Eisini samstarva vit við Hermótinum, ið kemur at halda okkurt í samband við Warhammer 40.000. Meira kunning kemur seinni.
Party Games á skíggja
Vit vita at borðspøl verður nokk av á SvínaCon, meeen onkuntíð kann tað kanska tykjast eitt sindur ov nógv. Tí kann tað verða gott at líka leggja tann taktiska partin av heilaum í pausu, og heldur seta seg við eitt joystick og spæla spøl, ið ikki eru tyngjandi, men heldur skjót og stutt.
Á SvínaCon verður møguligt at spæla fleiri kend Party Games, millum annað:
- Mario Party Superstars
- Super Smash Brothers Ultimate
- Mario Strikers: Battle League
- Nintendoland
- Game & Wario
- Duck Game
Eisini verður møguligt at spæla eldri Nintendo spøl í retro krókinum 🕹️
Føroyameistaraskap í Super Smash Bros. Ultimate
Disk Golf
Í Vági er ein rættur disk golf bani, men leygardagin 10. august, verður ein disk golf bani settur upp hinumegin Føroyar, tí á SvínaCon verður møguligt at spæla disk golf!
Disk golf er sum golf, men bara við, ja, diskum, heldur enn kúlum. Vit seta tríggjar kurvar upp til reiðar at spæla disk golf á opna landslagnum í Svínoy ⛳️
Takið góð útiklæði við.
Hagatúr
Á SvínaCon verður ikki bara sitið við borðið og spælt borðspøl. Tað má verða pláss fyri at strekkja beinini, og njóta góðu náttúruna á útoyggj. Tað verður tað við einum skipaðum hagatúri í Svínoy við einum staðkenda fyriskipara!
Svínoy er ein lítil oyggj við stórum upplivingum 🏝
Í Svínoy eru loyndar nátturperlur, sum ikki síggjast í visit Faroe islands myndum. Kom við á Svínacon og fá møguleikan at uppdaga og uppliva hesar við staðkenda ferðaleiðaranum ⛰
Takið góð útiklæði við.
Svimjihylurin
Gamli svimjihylurin verður gjørdur í stand, og til ber at svimja í svimjihylinum hjá teimum, ið hava hug.
Takið svimji- og skiftiklæðir við.
Stór spøl
Á SvínaCon kunnu tit endiliga taka hatta spælið av “Twillight Imperium” sum tit hava droymt um, ella at seta tykkum niður at spæla Everdell við øllum expansions. Tað er nevniliga møguligt at taka hesi borðspølini sum taka 8+ tímar at spæla
Kom við á kjakbólkin fyri at spyrja hvør man vera áhugaður í at vera við:
Hent at vita
OBS: Ongin handil er á oynni
Ljósregulering eru í tunlunum Norður um Fjall. Sí ferðaætlan undir Skránni.
Tað kann variera nógv hvussu leingi heimtúrurin tekur. Ritan siglir úr Hvannasundi tríggjar túrar sunnudagin, men fráferðin ávirkast alt eftir veðrinum og um Ritan siglir til Fugloynna ella ikki. Her nøkur vegleiðandi tíðspunkt nær ein kann vænta at vera í Havn útfrá hvørjum túri man tekur:
- Túrur kl 8:45 úr Hvannasundi: 11:00-13:00 í Havn
- Túrur kl 14:45 úr Hvannasundi: 17:00-19:00 í Havn
- Túrur kl 18:30 úr Hvannasundi: 20:45-22:45 í Havn
Gevið fyriskiparum boð um nær tit ætla tykkum avstað. Hvussu Ritan siglur verður kunngjørt umvegis SvínaKunning – Community Chat Group.
Skráin nevnir ymiskt støð á oynni. Hetta eru støðini:
Dansistovan
Luttakarar kunnu gera sær brúk av Dansistovuni, ið er í hinum endanum av bygdini. Alment vesi er hinumegin vegin.
Húsreglur fyri SvínaCon
Fyri at skapa eitt gott spæliumhvørvi og góðan trivna ímillum luttakararnar, eru ávísar reglur galdandi. Les meira um hesar reglur við at fylgja leinkuna.
Stuðlar
Stuðlað hevur: